
Skriva út
Fyrilestur á Fróðskaparsetur Føroya
Sjúkrasrøktarfrøðiskúli Føroya fær frá 10. til 13. apríl forvitnisliga vitjan úr Svøríki
Hetta er í sambandi við tvørfakligum skeiði í gerontologi, sum SRFS hevur havt nú í vetur.
Tríggir granskarar frá NISAL, National Institute for the Study of Ageing and Later Life í Norrköping, fara at hava fyrilestrar og skipa fyri verkskeiðum fyri skeiðluttakararnar. Hesar eru Elisabet Cedersund, Professari, ph.d, Catharina Nord, Lektari, ph.d og Cristina Joy Torge, ph.d lesandi.
Til ber at og kunna seg nærri um teirra granskingarøki her.
I sambandi við vitjanina verður almennur fyrilestur hósdagin 12. Apríl klokkan 14.00 til 15.30 við heitinum:
“Livet på äldre dagar - hur kan forskningen bidra till ny kunskap?”
Fyrilesturin verður á Fróðskaparsetur Føroya, J. Broncks Gøta 25, stovuhædd.
-
03.03.2021 Setrið NámsvísindadeildinTil minnis um VárLeygardagurin 13. februar var ein feigdardagur fyri Setrið, ...
-
03.03.2021 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiVisitatiónsskipanin undir luppinumHedvig Matras, Sunneva Fossdal á Lakjuni og Marna Ellingsgaa...
-
03.03.2021 SetriðIsland Studies Journal hýsast á SetrinumFróðskaparsetur Føroya fer nú at hýsa altjóða vísindaliga tí...