SSS, rd
05.01.2011
Námsvísindadeildin
Skriva út

Fyrilestur - Allýsing av børnum fyrr og nú

Skotski granskarin John M. Davies heldur almennan fyrilestur í Auluni á Føroya Læraraskúla fríggjadagin 14. januar klokkan 13.00 – 14.00


Í fyrilestrinum hyggur Davies at ástøðiligum lýsingum av børnum fyrr og nú. Hann

vísir á, hvussu siðbundnar fatanir av børnum eru avloystar av nýggjum allýsingum, ið

geva børnum egna mentan og valfrælsi. Eisini viðger hann samansetta

barn–foreldur–sambandið í dag. Fyrilesturin hyggur serliga at gransking av børnum

við menningartarni, ið vísir okkum hvussu samansettur samleiki teirra kann vera – og

eisini, at børnini ávirka umhvørvið hjá sær.

 

Dr. John M. Davies er lektari í CHILDHOOD STUDIES (barnagransking) á universitetinum

í Edinburgh og formaður í CHILDHOOD PRACTICE DEVELOPMENT-bólkinum í skotska

almannatænasturáðnum. Hann hevur fyrireikað og framleitt frágreiðingar, verkstovur,

ráðstevnur, undirvísingartilfar osfr. innan nógv ymisk øki: inklusión, sálarheilsa,

undirvísing, smábarnanámsfrøði, kvalitativ háttaløg og frítíðarlív. Hann luttekur í

Norðuratlantiska netverkinum fyri barna- og ungdómsgranskarar vegna Skotland &

Hetland.