Tomas Heidar, forseti í altjóða havrættardómstólinum í Hamburg, saman við Bjørn Kunoy, professara á Fróðskaparsetri Føroya
29.01.2024
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Fyrilestur í altjóða havrættardómstólinum í Hamburg

Bjørn Kunoy, professari í altjóða lóg á Fróðskaparsetri Føroya, helt í síðstu viku fyrilestur fyri granskarum, ið eru knýttir at altjóða havrættardómstólinum í Hamburg

Sum liður í eini førleikamennandi verkætlan, fíggjað av japansku stjórnini, loyvir altjóða havrættardómstólurin í Hamburg granskarum at verða knýttir at dómstólinum. 

Umframt at gagnnýta granskingarumhvørvið har, verða altjóða viðurkendir serfrøðingar eisini bodnir til dómstólin at røða um ávís havrættarlig evni við tí endamáli at styrkja vitanargrundarlagið hjá granskarunum.

Bjørn Kunoy varð boðin at røða um marknamál og altjóðarættarliga karmin viðvíkjandi rættindum hjá strandarlondum at gera krøv til landgrunn, t.e. hví og hvussu landgrunskrøv verða gjørd, og hvørjar løgfrøðiligar avbjóðingar kunnu íkoma í tí sambandi.

Havrættardómstólurin er ein altjóða dómstólur, ið telur 21 dómarar og hevur løgdømi í sambandi við allar trætur, sum hava við viðurskifti í havrættarsáttmálanum hjá ST at gera.