University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fyrilestur um gransking í ferðafrásøgnum K.O. Viderøs.
27.03.2012
Føroyamálsdeildin Altjóða Skrivstovan Granskingardepilin fyri Samfelagsmenning

Fyrilestur um gransking í ferðafrásøgnum K.O. Viderøs.

Hóskvøldið 29. mars kl. 19 verður áhugaverdur fyrilestur við Bergi Djurhuus Hansen í hølunum hjá Østrøm á Skálatrøð. Hann fer at greiða frá síni gransking í ferðafrásøgnum K.O. Viderøs.


K.O. Viderø var føroyskur prestur føddur í Skálavík í 1906. Hann gjørdi nógvar ferðir, m.a. til Jerusalems. Eina ferð varð hann enntá eftirlýstur, tí hann hvarv og ongin visti hvar hann var.

Viderø er kendur fyri at týða ein part av Gamla Testamenti, at skriva fleiri bygda- og oyggjasøgur og hesar ferðafrásagnirnar:

  • Ferð mín til Jorsala
  • Á Suðurlandið
  • Ferð mín til Jorsala á himni
  • Á annað Suðurlandið: Ferð mín til Jorsala oman av himni
  • Frá landi á fyrsta sinni
  • Ferð mín til Damaskusar.


Bergur D. Hansen er cand.mag í komparativari bókmentasøgu og søgu við ískoytisnámi í norðurlendskum máli við Århus Universitet 1998. Í løtuni er hann Phd.lesandi í bókmentum á Føroyamálsdeildini. Hann granskar í ferðafrásøgnum K.O. Viderøs, og hann fer hóskvøldið at greiða frá hvussu hann arbeiðir sum granskari og hvat hann er komin fram til.
 
Fyrilesturin er ókeypis og almennur.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum