Fyrilestur um íslendskt og enskt í talgildum sambýli
Málsliga støðan í Íslandi er ógvusliga nógv broytt seinastu árini. Økta alheimsgerðin og framkoman av snildfonum og samvirknari tøkni gera sítt til, at enska málið otar seg inn á íslendska málsamfelagið.
Nýggja tøknin økir um ávirkanina av enskum og ávirkanin er meira samvirkin og ágangandi enn áður, serstakliga millum børn og ung. Henda nýggja málsliga støðan – merkt av talgildum málamóti – verður nógv umrødd í fólksligu miðlunum, har søgur um, at børn hava langar samrøður á enskum, ofta verða tiknar fram. Hvussu umfatandi henda nýliga helling móti enskum er, hevur tó higartil verið ókannað.
Sigríður Sigurjónsdóttir, professari í íslendskari málfrøði á Deildini fyri íslendskt og mentan á Háskóla Íslands, heldur fyrilestur um stóru verkætlanina Greining av málfrøðiligu avleiðingunum av talgildum málsambýli, sum kannar nýtsluna av íslendskum og enskum máli í Íslandi.
Úrdráttur av fyrilestrinum um talgilt sambýli
Fyrilesturin verður hildin í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini, V.U. Hammershaimbs gøtu 22, týsdagin 26. februar klokkan 15.
Fyrilesturin verður hildin á enskum og er ókeypis og almennur.
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinSACS 2024: Altjóða skeið í Tansania um landgrunsrættHesa vikuna verður skeiðið í havrætti, Summer Academy on...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinPh.d.-verja: Sigri M. Gaïni6.mai klokkan 13.00 fer Sigri M. Gaïni at verja sína ph.d...
- 23.04.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFrá revsilóg á føroyskum til føroyska revsilógAlmenn og ókeypis ráðstevna verður um revsilóg í Kongshøl...