
28.03.2023
Setrið
Náttúruvísindadeildin
Skriva út
Fyrilestur um jarðfrøðiligar uppmátingar
Staðsetingardepilin hevur almennan fyrilestur undir heitinum Jarðfrøðiligar uppmátingar á landi og í undirgrundini hósdagin 30. mars klokkan 16 í høli 511 á Náttúruvísindadeildini á Vestaru bryggju
Tað verður Bartal Højgaard, jarðfrøðingur á Jarðfeingi, sum fer at greiða frá jarðfrøðiligum kanningum, og hvussu tær verða staðsettar á landi, sjógvi og í undirgrundini.
Til dømis fara vit at hoyra um, hvussu tey eru farin frá at gera manuellar mátingar til at nýta neyvari tól, so sum ultraljóð og lasara.
Tiltakið er ókeypis og krevur ikki tilmelding.
Øll eru vælkomin.
-
08.06.2023 Setrið NámsvísindadeildinÁrsskeið í sernámsfrøðiKomandi skúlaár verður høvi hjá starvsfólki í fólkaskúlum og...
-
08.06.2023 Setrið NámsvísindadeildinMenn tínar førleikar sum smíðlærariHevur tú hug at gerast smíðlærari, ella ert tú longu smíðlæ...
-
08.06.2023 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTak leiðsluútbúgving á masterstigiTekna teg til leiðsluútbúgvingina á masterstigi á Fróðskapar...