University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fyrilestur um sjófugl á iNOVA
03.05.2018
Til lesandi Náttúruvísindadeildin

Fyrilestur um sjófugl á iNOVA

Fríggjadagin 4. mai kl. 11 heldur Richard Phillips, British Antarctic Survey, fyrilestur um sjófugl á iNOVA á Hoyvíksvegi 51.


Richard Phillips er ein av heimsins mest framkomnu granskarum innan vistfrøðiøkið sjófugl. Hansara granskingaráhugi fevnir breitt, frá hvussu fuglurin nýtir økið, har hann livir, til nøringarvistfrøðina hjá fuglinum, hvussu fuglurin verður ávirkaður av fiskaríi, skipanina í føðsluketuni, broytingar í nøgdini av fugli, populationsgenetikkur, ávirkan frá dálking og annað mangt.

Fyrilesturin, ið ber heitið Global threats to seabirds, verður sum nevnt á iNOVA á Hoyvíksvegi 51 í morgin fríggjadagin 4. mai kl. 11.

Samband: Jóhannis Danielsen, adjunktur í lívfrøði, tlf. nr. 292558 ella teldupost johannisd(at)setur.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Kampus Frælsið

    Valfundur: Kunnu vit styrkja Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  2. 2012-Setur.fo_Bygningar-068.jpg

    Ph.d.-skeið í kvalitativum háttaløgum

  3. Francesco undirvísir í rómverjarætti (3).jpg

    Symposium um rómverjarætt