24.04.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fyrilestur við Øystein

Mikudagin 30. apríl kl 15.00 heldur Øystein Patursson fyrilestur við heitinum: "Rák ígjøgnum og kring eitt alinet", í Ovastovu í Nóatúni.


Fyrilesturin verður ein meira almenn útgáva av framløguna, sum Øystein hevði tann 2. apríl, tá hann vardi PhD-ritgerðina hjá sær við University of New Hampshire, USA.

 

Aftaná fyrilesturin verður móttøka á Náttúruvísindadeildini.

 

Øll eru vælkomin.