University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fyrilestur við Vigdís Finnbogadóttur mikudagin 7. oktober kl. 15.30 í Læraraskúlahøllini.
01.10.2015
Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Søgu- og samfelagsdeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Náttúruvísindadeildin

Fyrilestur við Vigdís Finnbogadóttur mikudagin 7. oktober kl. 15.30 í Læraraskúlahøllini.

Í samband við, at Fróðskaparsetrið fyllir 50 ár í 2015, hevur Vigdís Finnbogadóttir, fyrrverandi forseti Íslands, játtað at heiðra Setrið við einari vitjan, har hon flytir fram røðu.


Talan er um alment tiltak, sum verður í Aulini á Námsvísindadeildini (Læraraskúlahøllini) á Fróðskaparsetrinum  mikudagin 7. oktober kl. 15.30. Eftir fyrilesturin verður pallborðskjak, har Karin Kjølbro, Katrin á Neystabø og Bergur D. Hansen seta fyrrverandi forsetanum spurningar. Øll eru hjartaliga vælkomin og fyriskipararnir vóna at síggja eina stóra fjøld av fólki í Aulini hendan dagin.

Mikumorgunin vitjar Vigdís Finnbogadóttir Føroyamálsdeildina og Málraðið og síðan gongur leiðin niðan í Norðurlandahúsið, har hon m.a. verður kunnað um SALT verkætlanina, sum hon er verji fyri og hevur samrøður við umboð fyri fjølmiðlar. Hósdagin vitjar fyrrverandi forsetin Løgtingið fyri at kunna um altjóða granskingarstovnin í tungumálum og takka fyri stuðulin, ið Føroya Løgting í 2010 lat stovninum. (sí www.vigdis.hi.is)

Hósdag seinnapart verður vitjað hjá Zachariasi Heinesen og síðan gongur leiðin til Kirkjubøar, m.a at vitja Trónd Patursson.

Vigdís Finnbogadóttir fer aftur til Íslands fríggjadagin 9. oktober.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025