09.05.2012
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fyrimunir og vansar av at eta hval og kóp í Norðurhøvum

NVD á FF hevur skipað fyri verkstovu um fyrimunir og vansar av at eta hval og kóp í Norðurhøvum


Náttúruvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparseturi Føroya søkti um og fekk fígging frá AG-fisk til eina altjóða verkstovu um fyrimunir og vansar av at eta hval og kóp í Norðurhøvum. AG-fisk er vísindaligur arbeiðsbólkur undir Nordisk Ministerråd (NMR). Føroyar, Grønland og Danmark høvdu formansskapin í felag í NMR í 2010.  Fiskimálaráðið (FMR) hevur trý virkin og tjóðgagnandi føroysk umboð í AG-fisk. Høvuðsniðurstøðan av verkstovuni var tann, at ov fá føðslu- og dálkingardata eru til fyri at kunna gera eina javnvigaða og fakliga holla meting av heilsuligum fyrimunum og vansum av at eta hval og kóp í Norðurhøvum.

 

FAO/WHO Serfrøðingaráð
Í januar 2010 var áralangt kanningararbeiði, um fyrimunir og vansar av at eta fisk liðugt. Orsøkin til kanningina var vaksandi heilsuhættisliga dálkingin av verðinshøvunum og óttin fyri, at fiskur var ikki mannaføði longur. Stuttorðaða úrslitið av drúgvu kanningini av sambandinum millum heilsu og át av ymiskt dálkaðum fiskasløgum, var hetta: tað er hættisligari ikki at eta fisk enn at eta fisk.  Fyriskiparar av kanningini vóru FAO (Food and Agriculture Organization) og WHO (World Health Organization). Kanningin varð gjørd við serligum greiningarháttalagi, ið varð ment og nýtt av FAO/WHO Serfrøðingaráðnum.

 

NMR og AG-fisk
Í nevndu kanning var hvalur og kópur heilt tilvitað ikki tikin við, vegna ymisk marin áhugamál hjá limalondunum. Av tí at hvalur og kópur hava týdning fyri húsarhaldini í Norðurlondum, serliga í Føroyum og Grønlandi, so setti føroyski formansskapurin í AG-fisk sær fyri í 2010 at kanna heilsuárin á mannakroppin av hesum marinu súgdjórum. Føroyar, Grønland og Danmark høvdu formansskapin í  NMR (Nordisk Ministerråd) í felag í 2010. Hetta er fyrstu ferð í søguni, at Føroyar hava havt formansskapsleiklut í NMR. AG-fisk er vísindaligur arbeiðsbólkur undir NMR.

NVD umboðað í AG-fisk
Náttúrvísindadeildin (NVD) á Fróðskaparsetur Føroya søkti AG-fisk um og fekk tillutað 200.000 Dkr til eina altjóðað verkstovu um fyrimunir og vansar av at  eta hval og kóp í Norðurhøvum. Fiskimálaráðið hevur eitt virki NVD-umboð í AG-fisk. Gjøgnum AG-fisk hevur fiskiveiðutjóðin Føroyar beinleiðis og persónligt samband við fremstu havgranskarar í Norðurlondum. Harafturat hava Føroyar havt ein snarráðan og snúnan serráðgeva í marinum málum í NMR seinastu átta árini. Luttakararnir á verkstovuni komu úr Finnlandi, Noregi, Danmørkini, Føroyum, Íslandi og Canada. Verkstovan varð hildin í Keypmannahavn 14. januar 2011, og í vár var verkstovufrásøgnin liðug.

 

Niðurstøður frá verkstovuni

  • Veiða og gagnnýtsla av havsúgdjórum til mannaføði er týðandi partur av mentan og siðaarvi hjá fleiri fólkasløgum í Norðurhøvum. Hjá summum eru havsúgdjór meginmatur og høvuðskelda av ávísum lívsneyðugum føðsluevnum.
  • Havsúgdjór sum mannaføði gevur orku, proteinir og eina røð av lívsgevandi føðsluevnum, eitt nú heilsugóðar  langketaðar omega-3 fleirómettaðar fitisýrur (omega-3-LCPUFA). Kanningar vísa tó eisini, at kyksilvur í grindatvøsti hevur ringt árin á nervaskipanina hjá fostrum, ungdómi og vaksnum. Við verandi data er ikki møguligt at gera fullgóða og javnvigaða meting av fyrimunum og vansum av at eta tvøst og spik.
  • Omega-3 LCPUFA og mikroføðsluevni frá havsúgdjórum økir um likams- og sálarheilsu hjá vaksnum samfelagsborgarum í Norðurhøvum. Hinvegin, so vísa kanningar eisini, at halogenerað lívrunnin fiti-upploysilig føðsludálkingarevni, hava samband við sjúkur, brek og vanheilsu hjá sjeytiáringum.
  • Alt ov fá heilsu- og føðslu-data um pinkubørn, smábørn, stórbørn, unglingar, vaksin og aldrandi eru til, fyri at kunna geva eina nágreiniliga, javnvigaða og dygdargóða kostráðgeving  í samband við gagnnýtslu av havsúgdjórum í Norðurhøvum.

Tilráðing

  • Ger av umfatandi datagrunnum við føðsluevnum og dálkingarevnum í havsúgdjórum í Norðurhøvum.
  • Menning av framferðarskipanum og miðlaætlanum, so til ber at minka um vandar og økja um fyrimunir av at eta havsúgdjór í Norðurhøvum.

 

Náttúrvísindadeildin á Fróðskaparsetur Føroya

Hevði virksemið á  náttúruvísindadeildini  á universiteti landsins ikki verið so kryplað av fíggjarligum vesaldómi, so hevði partur av skynsamiliga tilrádda arbeiðinum kunna verið framt á  stovninum.

 

Frásøgning, 238 blaðsíður, er at finna her  (10,3 MB pdf-fíla)