University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2024 09 10 At 11 59 34 Eunicoast

Hesi 13 europeisku universitetini, sum øll – so ella so – liggja við sjógvin, arbeiða nú saman um eitt felags europeiskt Sjósetur, har útbúgving og gransking í maritimum viðurskiftum eru í miðdeplinum

15.10.2024
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Fyrsta ráðstevnan hjá europeiska Sjósetrinum

Nýggi europeiski universitetsfelagsskapurin, EUNICoast, sum Fróðskaparsetur Føroya er partur av, hevur hildið sína fyrstu talgildu ráðstevnu, sum gekk avbera væl

EUNICoast stendur fyri The European Alliance of Islands, Ports, and Coastal Territories, og í samstarvinum eru 13 europeisk universitet, sum øll - so ella so - hava sjógvin til felags.

Endamálið er at menna útbúgving, gransking og nýhugsan við sjónum í miðdepli, og vit kunnu tí kalla nýggja samstarvið fyri Europeiska Sjósetrið, sum eisini hevur fingið yvir 100 milliónir krónur í stuðli úr ES.

Setrið er limur á jøvnum føti við hini uiversitetini í samstarvinum, tó við tí undantaki, at vit ikki sleppa framat fíggingini, tí Føroyar ikki eru við í Erasmus+. Landsstýrið hevur nú boðað frá, at formlig fráboðan skal sendast til ES-kommissjónina um, at Føroyar vilja hava atlimaskap í Erasmus+, og tí eru vónir um, at eisini fíggjarligu dyrnar fara at gloppast í næstum.

Hendan fyrsta talgilda ráðstevnan hjá Sjósetrinum varð hildin 27. september og hevði til endamáls at kunna almenningin um nýggja samstarvið. Á skránni vóru umleið 80 framløgur frá teimum 13 universitetunum í samstarvinum, og allar umrøddu tær tey fimm evnini, sum Sjósetrið fer at arbeiða við.

378 luttakarar vóru við á talgildu ráðstevnuni, og 40 av teimum vóru fólk uttan fyri samstarvið.

Sjósetrið arbeiðir við at skapa sterk sambond millum lokalsamfeløg, ið liggja við sjógvin, og at geva lesandi og granskarum møguleika at samstarva og arbeiða við nýggjari vitan, sum kann hjálpa við samfelagsligum og umhvørvisligum avbjóðingum.

Hetta nýggja europeiska samstarvið byrjar formliga 7. november, og fjøltáttaða virksemið varir í fýra ár í fyrsta umfari.

Les meira um Sjósetrið her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 06 06 At 16 43 09 Setrið Skal Greina Amerikanskar Ætlanir Í Arktis

    Setrið skal greina amerikanskar ætlanir í Arktis

  2. flagg setur (2).jpg

    Nýtt tilboð: Blív miðnámslærari í tveimum fakum upp á fimm ár

  3. Rektararnir Taka Lógvatak Um Samstarvið Millum Grønland Og Føroyar 05062025

    Formligt samstarv millum føroyska og grønlendska universitetið