University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
bachelorar.jpg
04.06.2019
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin Til lesandi

Fyrstu bachelorarnir í Búskaparfrøði og Virkisfrøði lidnir

Sjey bachelor-lesandi í Búskaparfrøði og Virkisfrøði á Fróðskaparsetri Føroya hava í dag, tann 4. juni, vart sínar bachelor-ritgerðir. Harvið eru tey fyrstu lesandi á nýggju útbúgvingini í Búskaparfrøði og Virkisfrøði á Setrinum liðug við sín lestur. Bachelor-prógvið gevur møguleika fyri at søkja víðari lestur í Føroyum og uttanlands ella at fara beinleiðis út á arbeiðsmarknaðin.

Fyrireikingarnar til útbúgvingina byrjaðu í 2014 við góðari hjálp frá peningagávu frá TF Holding, og fyrsti árgangur av lesandi í Búskaparfrøði og Virkisfrøði varð tikin inn í september 2016. Upptøka til Búskaparfrøði og Virkisfrøði var eisini í 2017. Næsti árgangur av lesandi verður tískil liðugur næsta summar.

Upptøka til lestur í Búskaparfrøði og Virkisfrøði verður aftur í heyst. Umsóknarfreistin er 1. juli.

Á myndini (frá vinstru): Katrin Thomassen, Ragnhild Jógvansdóttir, Elisabeth Johannesen, Dávur Emil Gaardlykke, Barbara Apol, Jógvan Zachariassen, og Haraldur Djurhuus.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  2. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00

  3. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia