University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fyrstu BSSc í Sosialvísindi og samfelagsplanlegging við góðum úrsliti
06.06.2013
Søgu- og samfelagsdeildin

Fyrstu BSSc í Sosialvísindi og samfelagsplanlegging við góðum úrsliti

Loksins kom í dag aftur gongd á BA-próvtøkurnar á Søgu- og samfelagsdeildini.


Eftir 1 ár uttan lesandi, var aftur upptøka á Søgu- og Samfelagsdeildini í 2010. Hesi lesandi hava verið gjøgnum 2 støðisár, og nú seinasta árið, á serlinju innan antin Søgu, Stjórnmálafrøði ella Sosialvísindi og samfelagsplanlegging.

Fyrsti próvtøkudagurin var í dag, og fyrstar at standa endaligu BA-próvtøkuna, vóru tær báðar Finnbjørg Nattestad og Karin A. Dahl á linjuni Sosialvísindi og Samfelagsplanlegging. Tær vardu sítt felags projekt um akjsónsgransking innan eldrarøkt. Og talan var um gott avrik, tí tær fingu sjáldsama góða karakterin 13 fyri avrik sítt.

Møguleiki er nú fyri at søkja inn at lesa á Setrinum at byrja eftir summarfrítíðini og er umsóknarfreistin mánadagin 1. juli.

Les meira um upptøkuna 2013 á Setrinum her


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast