Hósdagin 2. juli fingu miðnámsskúlalærarar, sum hava tikið námsfrøðiliga útbúgving, prógv (Foto: Martin Simonsen/Elsa Maria Højgaard Hansen)
03.07.2020
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Fyrstu kandidatarnir fingið fult føroyskt prógv í námsfrøði

Útbúgvingin eitur "Námsfrøðilig útbúgving til miðnámsskúlalærarar", og nú hava fyrstu kandidatarnir tikið alla námsfrøðiligu útbúgvingina í Føroyum

Í gjár var serstakur hátíðardagur hjá námsfrøðini á miðnámsskúlaøkinum í Føroyum.

Tí hetta er fyrstu ferð, at føroyskir kandidatar hava tikið alla námsfrøðiligu útbúgvingina í Føroyum og á einum føroyskum útbúgvingarstovni.

Í 2019 varð farið undir hesa árslongu útbúgvingina á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya.

Tilsamans fingu níggju kandidatar prógv handað. Tey eru Àrni Øssurson Midjord, Ingun Miðberg Jacobsen, Joan Mohr, Marita Gunnarstein Nielsen, Randi Samsonsen, Regin Berg, Trygvi Olsen, Una Matras og Vár Berghamar Jacobsen.

Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við nýggju útbúgvingini!

Erla Olsen er dekanur á Námsvísindadeildini á Setrinum. Her gevur hon Randi Samsonsen prógvið

Tiltakið var felags fyri kandidatarnar og lærarar og námsfrøðingar við eldri útbúgvingum, sum hava tikið ískoyti, ið gevur teimum akademiskt prógv. Avmarkað atgongd var samsvarandi almennu tilmælunum um frástøðu 

Vár í Ólavsstovu útbúgvingarsamskipari helt røðu