26.09.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Fyrstu KT-verkfrøðingarnir lidnir eftir samstarvsavtalu millum Fróðskaparsetrið og Mittuniversitetið í Svøríki

Fríggjadagin tann 16. september 2011 var prógvhandan á Nátturuvísindadeildini, Fróðskaparsetur Føroya, har fyrstu tveir KT-verkfrøðingarnir fingu handað prógv.


Talan er um tveir studentar, Oddfríður Petersen og Eirikur Lützen, sum hava lisið á tí KT-verkfrøði útbúgvingini, sum byrjaði í 2008. Hesir studentar hava, sum teir fyrstu á Fróðskaparsetrinum, roynt seg við tí samstarvsavtalu, sum Fróðskaparsetrið gjørdi við Mittuniversitetið í 2010. Eftir hesi avtalu kundu studentarnir á KT-verkfrøði útbúgvingini taka flestu av sínum vallærugreinum umvegis svenska universitetið sum fjarlestur.

Kravdu skeiðini vóru tá einamest hildin sum vanlig skeið á Nátturúvísindadeildini. Umframt nær- og fjarlestur, so er KT-verkfrøði útbúgvingin merkt av luttøku av føroysku KT-vinnuni, sum luttekur í undirvísingini á Náttúruvísindadeildini - bæði tá talan er um vanlig skeið og í verkætlanum.
 
Oddfríður Petersen gjørdi eina B.Sc.-verkætlan við heitinum "Flytførar KT-virkisskipanir" í føroysku KT-vinnuni hjá fyritøkuni Nema, har hann kannaði hvussu vanligar virkisskipanir á internetinum kundu flytast yvir á fartelefonir. Í hesum sambandi menti hann eina ítøkiliga virkisskipan hjá Nema til umsiting av prentarum og kopimaskinum, til eisini at virka á fartelefonini Windows Phone 7. Fakligur vegleiðari var Yngvi S. Guttesen hjá Nema, og ábyrgdarvegleiðari var Hannes Gislason, Náttúruvísindadeildin.
 
Eirikur Lützen gjørdi eina B.Sc.-verkætlan við heitinum "Umsitingarskipanir til læring við hægri lærustovnar" (Learning Management Systems (LMS) in Higher Education), har hann kannaði skipanir til umsiting av studentaavrikum og undirvísingartilfari, sum nøkur norðurlendsk universitet brúka. Henda kanning kann hava áhuga hjá føroyskum lærustovnum og KT-fyritøkum, tá slíkar skipanir skulu veljast og íverksetast, eisini við atliti til veiting av føroyskt framleiddum fjarlestri til økini kring landið. Petur Zachariassen á Náttúruvísindadeildini var bæði fakligur- og ábyrgdarvegleiðari fyri hesi verkætlan.
 
Royndirnar við samstarvsavtaluni við svenska universitetið og samstarvinum við KT-vinnuna vóru so mikið góðar, at Náttúruvísindadeildin bjóðaði eina nýggja KT-verkfrøði útbúgving í 2010, har uml. 25% av lestrinum nú er fjarlestur og har føroyska KT-vinnan framvegis luttekur. Á hesi útbúgving, sum hevur vakt stóran áhuga ímillum tey lesandi, ganga nú 21 fulltíðarlesandi, sum væntandi verða liðug í 2013, umframt 5 stakgreinalesandi.

KT_verkfrodi_progvhandan_2011_HPJ_01.pdf
KT_verkfrodi_progvhandan_2011_HG_01.pdf