University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Sissal Maria Rasmussen hon vil at HENDAN skal brúkast.jpg

Sissal Maria Rasmussen er adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya

30.05.2022
Setrið Námsvísindadeildin

Fyrstu orðini hjá føroyskum børnum

Sissal M. Rasmussen, adjunktur á Setrinum, vísir við grein síni, "Faroese children’s first words", á tann týdning, sum orðfeingi hevur fyri máltøku hjá børnum

Greinin stendur í tíðarritinum Nordic Journal of Linguistics, Cambridge University Press.

Ein stuttur samandráttur av greinini kann lesast her.

Úrslitini í hesi greinini byggja á dátur frá 415 føroyskum børnum í aldrinum átta til 20 mánaðir. Granskingin vísir á týdningin, sum orðfeingi hevur fyri máltøku hjá børnum, eisini í mun til aðrar partar av málsligu menningini hjá børnum, so sum setningsgerð og lesiførleikar.

Í greinini sæst, hvørji tey fyrstu orðini hjá føroyskum børnum eru, og hvørji eyðkennini við hesum orðunum eru.

Í greinini er ein listi við 50 teimum fyrstu orðunum, sum føroysk børn duga at siga. Greinin vísir eisini, hvussu føroysk børn læra orð samanborið við børn í londum kring okkum, og fyrstu orðini hjá føroyskum børnum og enskum børnum vera samanborin.

Hald krevst fyri at lesa alla greinina, men tey 50 orðini eru her:

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum