University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Fyrstu sporsteinrenningarnar staðfestar í Føroyum
30.11.2015
Náttúruvísindadeildin

Fyrstu sporsteinrenningarnar staðfestar í Føroyum

Vísindalig grein við úrslitum frá kanningarferð saman við kekkiskum granskarum er útkomin.


Kanningarararbeiðið í 2014 saman við Richard Pokorny (University of J. E. Purkyne in Usti nad Labem City) sum er serfrøðingur í plantusteinrenningum (paleontolog), hevur nú givið úrslit.

Grein um kanningararbeiðið sæst her

Í legugrótinum millum basaltfláirnar í Føroyum er fyri fyrstu ferð staðfest spor av djóralívi. Hesum verður greitt frá í nýggju vísindaligu greinini “The first evidence of trace fossils and pseudo-fossils in the continental interlava volcaniclastic sediments on the Faroe Islands” sum undirritaði hevur verið við at skriva.

Sporsteinrenningar (e. trace fossil) koma, tí at so at siga siga allar livandi verur seta merki ella spor eftir seg í tí umhvørvi tær liva í. Hetta kann vera holur, gongir ella slóðir o.s.fr. Læran um hesi spor ella farvegir kallast ichnologi og gevur upplýsingar bæði um livandi verurnar, umhvørvið, veðurlagið og mangt annað.

Eitt dømi um sporsteinrenning úr greinini sæst á myndini. Her er talan um sokallaða Helminthoidichnites isp., ið kann stava frá ormum, smáum liðdýrum ella skordýraormverum.

Greinin kan lesast her 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga