Hóraldur Joensen, NVD
12.10.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Gass-chromatographisk gransking ikki bara gass

Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparseturi Føroya hevur skyldu til at fremja evnafrøðiliga universitetsgransking á altjóða stigi eins og fjølmiðla úrslitini, men megnar ikki at liva upp til hesar skyldur vegna manglandi analýsutól.


Náttúruvísindadeildin
Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparseturi Føroya hevur skyldu til at fremja evnafrøðiliga universitetsgransking á altjóða stigi eins og fjølmiðla úrslitini, men megnar ikki at liva upp til hesar skyldur vegna manglandi analýsutól. Kravboðið: skriva ella sløkna, er áleikandi. Vegurin til eitt framkomið vitanarsamfelag er eitt tøkniligt fjallsterkt Fróðskaparsetur Føroya.

 

Neyðug tól
Fyri at inna vinnu- , fak- og samfelagsmennandi evnafrøðiliga gransking á universitetsstigi her á landi eins og fáa í lag nýggj og røkja verðandi granskingarsambond og netverk við útheimin, so er avgerandi neyðugt, at Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparseturi Føroya hevur tørviligu granskingartólini. Til hesi alneyðugu tólini hoyrir ein gass-chromatographisk skipan (samlaður kostnaður: 2,2 milliónir Dkr) til lipid-gransking.

 

Universitet landsins manglar granskingartól
Náttúruvísindaligt granskingararbeiði er ein náttúrligur partur av virksemi Fróðskaparsetursins og kann fremjast  bæði  bíliga og væl við at lata studentarnar taka ein virknan lut í grundgransking eins og  vinnurelateraðum granskingar- og menningarætlanum í samband við teirra bachelor-, master- og PhD-verkætlanir. Harafturat hava studentarnir krav uppá eina granskingargrundaða undirvísing, tvs. at undirvísingin í ávísan mun eigur at vera litað av tí granskingarvirksemi, sum fer fram á stovninum. Júst á hesum økinum í fakinum kemi er  Náttúrvísindadeildin veik, fyri ikki at siga sera veik. Alt ov lítið evnafrøðiligt granskingarvirksemi fer fram, alt ov fáar vísindaligar greinar verða publiseraðar í altjóðað viðurkendum tíðarritum, og eingin patent verða  tikin. Høvuðsorsøkin er manglandi granskingartól, millum onnur  gass-chromatographar (2,2 milliónir Dkr). Tí uttan granskingartól ber ikki til at framleiða data, og uttan data ber ikki til at framleiða nýggja vitan, og uttan nýggja vitan ber ikki til at skriva vísindaligar greinar. Og júst hetta, at skriva vísindaligar greinar og almannakunngera tær í altjóða viðurkendum vísindatíðarritum er eitt kategoriskt imperativ. Treytaleysa skyldan hjá vísindafólki um allan heim er nevniliga: fjølmiðla ella følna (publish or perish).  Eitt universitet uttan granskingartól er ikki nakað hugaligt stað at vera fyri rannsóknarfólk, sum fegin vilja liva upp til sínar skyldur, nevniliga at framleiða vitan. Óvikandi kravið er: skriva ella slókna. Uttan miðvísa gransking mennist føroyska samfelagið og vinnulívið alt ov seint frá at vera eitt rávøruframleiðandi samfelag til at vera eitt vitanarsamfelag. Seinkanin ger, at framfýsin ungdómur og ídnir nýhugsandi íverksetarar ikki hava serligan hug til at búsetast í Føroyum.

 

Les alla greinina her