18.07.2018
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Gátuføri Gøtutróndur á Føroya Fólkaháskúla

Beint fyri ólavsøku, hóskvøldið 26. juli, kemur íslendski professarin Torfi Tulinius, sum hevur íslendskar miðaldarbókmentir sum sergrein, at halda fyrilestur um Føroyingasøgu við serligum denti á Gøtutrónd. Heitið á fyrilestrinum er "Gátuføri Gøtutróndur."


Gøtutróndur er ein hin minniligasti og gátuførasti persónurin í øllum teim íslendsku fornbókmentunum. Hann verður lýstur sum mansligur og háborin, men samstundis er hann ein snildur “svikarafigurur,” og sum mangur av tí slagnum í søgn og bókmentum, er hann tvítýddur. Sum bókmentaligur persónur er hann ógvuliga samansettur og hevur eina ríka bakgrundssøgu.

Í fyrilestrinum verður greitt frá Tróndi og brøgdum hansara, og hvørjar serligar snildir tann, ið skrivaði Føroyingasøgu, nýtir til tess at lýsa hann. Harumframt verða Tróndur og Føroyingasøga sett í samband við vaksandi vald Noregs í Norðurhøvum í trettandu øld og avleiðingarnar, tað hevði fyri norskmæltu samfeløgini í Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

Fyrilesturin verður í Miðstovuni á Føroya Fólkaháskúla hóskvøldið 26. juli kl.19.30. Tiltakið er fyriskipað sum samstarv millum Føroyamálsdeildina á Fróðskaparsetri Føroya, Føroya Fólkaháskúla og íslendska konsulatið í Føroyum. Aðalkonsul Íslands í Føroyum bjóðar okkurt leskiligt aftan á fyrilesturin. Tiltakið er alment og ókeypis, og øll eru vælkomin.

Gevið gætur, at fyrilesturin verður hildin á enskum.

Sí annars:
https://www.facebook.com/events/386771185183484/?active_tab=about