University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
csm_Setursfilmur26_7ebf5212bb.png
05.02.2019
Setrið Føroyamálsdeildin

Gávugóðs 2019

Fríggjakvøldið 8. februar verður árliga handanin av gávugóðsinum úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.

Gávugóðsið verður latið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.

Handanin er skipað sum alment tiltak og verður í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini kl. 19.30.

Í stýrinum fyri Grunn Thorvalds Poulsen av Steinum eru rektarin fyri Fróðskaparsetur Føroya, forfólkið fyri Føroya lærarafelag og forfólkið fyri Listafólkasamband Føroya, LISA. Grunnurin hevur latið ungum listafólkum gávugóðs síðan 2001. Fyri at tryggja listafakliga støðið hevur grunnurin gjørt av at seta ein úrvalsnevnd við fakfólkum at gera tilmælið hvørt ár.

Skráin fyri handanina fríggjakvøldið er:

  1. Bergur Djurhuus Hansen, dekanur á Føroyamálsdeildini, heldur vælkomurøðu

  2. Hansina Iversen, forfólk í tilmælisnevndini hjá LISA, heldur heiðursrøðu og handar gávugóðs

  3. Takkarrøða

  4. Tónleikaframførsla

  5. Endaorð
  1. Ábit og prát

Øll eru hjartaliga vælkomin

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum