University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum
Annika Sølvará
06.02.2007

Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Hósdagin 8. februar kl. 10. verður gávugóðs latið úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Hetta er sjeynda árið á rað, at grunnurin letur gávugóðs. Almenningurin er vælkomin til móttøku á Fróðskaparsetrinum.


Sjeynda ár á rað verður gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum latið ungum, evnaríkum listafólki. Handanin verður á Setursskrivstovuni á Fróðskaparsetrinum J.C. Svabos gøta 14, hósmorgunin 8. februar kl. 10.

Hetta er sjeynda ár á rað, at gávugóðs verður latið úr grunninum.

Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum er ein grunnur, ið hevur sum endamál at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Thorvald Poulsen av Steinum, ið stovnaði grunnin, var gartnari í Havn og hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list.

425.000 krónur latnar higartil
Gávuðgóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001, og síðani hava 10 listafólk fingið tillutað tilsamans 425.000 krónur úr grunninum.

Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum lýsir ikki eftir umsøkjarum til gávugóðs. Nevndin í grunninum finnur sjálv fram til ung listafólk, ið verða mett at hava serligt hegni. Nevndarlimirrnir í grunninum eru Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetrinum, formaður, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í LISA og Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag.

Gávugóðs latin síðani 2001
2001 Rannvá Kunoy, listakvinna     60.000 krónur
2002 Andrass Olsen, trombonspælari    60.000 krónur
          Teitur Árnason, filmsleikstjóri    25.000 krónur
          Petur Elias Askham Guttesen, rithøvundur   25.000 krónur
2003 Tróndur Bogason, tónleikari og tónaskald   60.000 krónur
2004 Marjun Kjelnæs, rithøvundur    25.000 krónur
         Jógvan Sverrason Biskopstø, sniðgevi og teknari  25.000 krónur
         Eivør Pálsdóttir, songkvinna    25.000 krónur
2005 Bárður Oskarsson, teknari og rithøvundur   60.000 krónur
2006 Jóhanna Reginsdóttir av Steinum, sniðgevi   60.000 krónur

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin