University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum (1)

Gávugóðs úr grunni Thorvalds Poulsen av Steinum (1)

Í dag mánadagin tann 8. februar kl. 14.00 varð gávugóðs latið Herborg Silju Strøm úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Handanin fór fram á einum hátíðarhaldi á setursskrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya.


Gávugóðsið verður sambært viðtøkum grunsins uttan umsókn givið einum ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.  Gávugóðsið, sum er 60.000 kr., varð latið Silju við hesi grundgeving:

Silja Strøm (f. 16. januar 1987) hevur við evnaríkum tekningum luttikið á Ólavsøkuframsýning, og í 2008 hevði hon framsýning í Smiðjuni í Lítluvík, har umhvarvið av einum komandi listafólki av álvara hómaðist.  Í 2007 byrjaði Silja hægri listarliga útbúgving á The Glasgow School of Art, og seinasta heyst var hon so heppin at sleppa at vera gestalesandi á Akademie der bildenden Künste í Wien.  Hon hevur eisini luttikið á fleiri framsýningum á høgum støði.  Serframsýning hennara "we will sink and settle on the waves" var í Mentamálaráðnum í 2009.  Í úrvalsframsýningini "Myndaódnin” á Steinprenti um jólini hingu tvær sera áhugaverdar prentmyndir hennara ímillum myndir hjá Per Kirkeby og Marius Olsen.  Silja er ung og undir útbúgving, og tað sæst longu, at listagávur hennara eru sjáldsama væl paraðar við skynsemi og áræði og einum gjøllhugsaðum, varisligum og tálmaðum yvirbrá, sum gevur ábendingar um ein sermerktan fínleika, samstundis sum listakvinnan í øðrum myndum veruliga torir at vera ljót og øðrvísi í sínum lýsingum.

Í nevndini fyri grunnin sita Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag, Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listasambandi Føroya og Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin