University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum (2)

Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

Fróðskaparsetur Føroya skipar fyri hátíðarhaldi í sambandi við, at gávugóðs verður handað úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum.


Grunnur Thorvalds Poulsen av Steinum hevur sum endamál at stuðla og eggja ungum fólki við listarligum hegni til útbúgving. Thorvald Poulsen av Steinum, ið stovnaði grunnin, var gartnari í Havn og hevði stóran áhuga fyri bókmentum og list. Gávugóðsið varð fyrstu ferð latið í 2001, og síðani hava 17 listafólk fingið tillutað tilsamans 810.000 krónur úr grunninum.

Í ár hevur nevndin valt at heiðra Heiðrun Petersen, violinleikara.

Limirnir í nevndini eru sambært viðtøkunum fyri grunnin, rektarin á Fróðskaparsetri Føroya, formaðurin í Listasambandi Føroya og formaðurin í Føroya Lærarafelag.

Tiltakið, sum er alment, verður á Fróðskaparsetrinum, Jónas Broncks gøta 25, leygardagin 8. februar kl. 15.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast