07.02.2012
Skriva út

Gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum 2012.

Komandi sunnudag 12. februar 2012 verður skipað fyri hátíðarløtu í samband við, at gávugóðs skal handast úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum. Gávugóðsið verður givið ungum listafólki, sum hevur víst hegni og hug at útbúgva seg.


Thorvald Poulsen av Steinum hevði í ár tann 8. februar fylt 100 ár. Í hesum sambandi verður gjørt eitt sindur meira burturúr tiltakinum enn gjørt hevur verið árini frammanundan. Tiltakið, sum er alment, verður í hølunum hjá Østrøms fabrikk á Skálatrøð, har byrjað verður kl 15. Bjóðað verður eitt lítið ábit.

Skrá fyri samkomuna er hendan:

  • Sigurð í Jákupsstovu, rektari bjóðar vælkomin
  • Mentamálaráðharrin handar gávugóðs.                    
  • Inger Smærup Sørensen heldur fyrilestur, har hon hugleiðir um tær avbjóðingar listin hevur í dag.
  • Listarfólki framber brot frá sínum arbeiði.


Í nevndini fyri grunnin sita Herálvur Jacobsen, formaður Føroya Lærarafelags,  Oddfríður M. Rasmussen, formaður í Listasambandi Føroya og Sigurð í Jákupsstovu, rektari á  Fróðskaparsetri, sum er formaður.

Øll eru hjartaliga vælkomin.