Náttúruvísindadeildin, KS
17.12.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Gelatin grein í altjóða tíðarriti

Grein um mekanisku eginleikarnar hjá djóra og fiska gelatin er almannakunngjørd á netinum og kemur í vísindatíðarritið, Food Biophysics, í næstum.


Greinin 'Mechanical Properties of Mammalian and Fish Gelatins as a Function of the Contents of α-Chain, β-Chain, and Low and High Molecular Weight Fractions' varð løgd út á netið tann 29. oktobur av vísindatíðarritinum Food Biophysics, og  verður eisini at lesa í einum av næstu papírsútgávunum hjá tíðarritinum. Fimm høvundar standa fyri greinini. Fyrsti rithøvundurin er Jonhard Eysturskarð, sum er PhD lesandi við  Norska Tøkni og Natúruvísindaliga Universitetið (NTNU) í Trondheimi, og ein annar av høvundunum er  Hóraldur Joensen, lektari á Fróðskaparsetrinum. Hinir tríggir høvundarnir eru eisini frá NTNU.



Eginleikar hjá gelatin
Gelatin verður t.d. brúkt til heilivágshylkir og gummibom, og seinastu árini er nógv orku løgd í at menna gelatin úr fiski ístaðin fyri sum nú úr landdjórum. Henda greinin er eitt stig á hesari leiðini, og lýsir hon  úrslit frá einari roynd til at brúka ein nýggjan hátt at kanna mekanisku eginleikarnar hjá djóra og fiskagelatin. Skilvís nýtsla av fleiri framkomnum tólum og greiningarhættum gjørdu tað møguligt at finna sambond millum makroskopiskar mekaniskar eginleikar, so sum gelatin-seiggj, og mikroskopiskar mýlskar eginleikar stavandi frá stórum og smáum protein-mýlum. Úrslitini hava alstóran týdning fyri ídnaðarframleiðslu av gelatin og collagen.




Partur av PhD-verkætlan
Greinin er úrslit av PhD verkætlanararbeiðinum hjá Jonhardi Eysturskarð, sum hann hevur gjørt við Norska Tøkni og Natúruvísindaliga Universitetið í Trondheimi í samstarvi við Granskingarkjarnan í Evnafrøði og Lívtøkni undir  Fiskimálaráðnum og Fróðskaparsetur Føroya. Stigtakari til verkætlanina, og ein av vegleiðarunum í PhD-arbeiðinum er Hóraldur Joensen, lektari á Náttúruvísindadeildini, ið eisini er ein av høvundunum av greinini.

Verkætlanin hjá Jonhardi er fíggjað av Fiskivinnuroyndum, oljufeløgunum Amerada Hess Ltd, Statoil Ltd, BP Amoco Exploration Ltd, Chevron Texaco Ltd og av Nordisk Innovations Center