27.01.2020
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Geodetiskar dátur sum amboð til at meta um standin á brúm

Gethin Wyn Roberts, ph.d. og lektari í landmátingarverkfrøði á Fróðskaparsetri Føroya, hevur verið við til at skriva nýggja bók, ið ber heitið Geodetic Time Series Analysis in Earth Sciences.

Bókin, sum forlagið Springer hevur givið út, lýsir nýggj tøknilig framstig, støddfrøðilig modell og dátuviðgjørdan ritbúnað, sum tey, sum fáast við geodetiskar dátur, brúka. Bókin er yvirskipað um, hvussu ymisk háttaløg kunnu nýtast til at máta, hvussu t.d. bygningsverk skjótast og lendi og vatnstøða broytast.

Parturin, sum Gethin Wyn Roberts og onnur hava skrivað, lýsir nýggjastu hættirnar at viðgera og greina geodetiskar tíðarraðardátur frá fylgissveinaskipanum, so sum GPS (Global Positioning System) og GNSS (Global Navigation Satellite System). Tikið verður saman um arbeiðið, framt í eitt 24 ára skeið, har dømi frá umfatandi brúarverkætlanum verða tikin fram. Høvundarnir lýsa eitt nú hættir at skilja órógv frá og leggja serliga dent á at lýsa, hvussu trupulleikin við fjølrásafeilum (multipath) kann loysast. Eisini verður framtíðar menning av tøkni til dátuframleiðslu og -nýtslu viðgjørd í sambandi við tørvin á sjálvvirknum ávaringarskipanum og metingum av verkfrøðiligum konstruktiónum.

Gethin Wyn Roberts hevur síðani 1995 granskað í, hvussu GPS og GNSS kunnu nýtast til at máta, hvussu brýr við longum spenni flyta seg. Granskingin hevur miðsavnað seg um, hvussu GNSS-móttakarar eisini virka sum dynamiskir sensorar, sum kunnu máta við mm-neyvleika í 3D. Hetta verður brúkt til at tryggja, at brýr bara flyta seg innanfyri ásett markvirði, ella meta um, um frávik eru, sum benda á skeivleikar í bygningsverkinum. Hesin háttur ger, at trupulleikar í bygningsverkum, sum kundu ført til vandamiklar støður, kunnu verða avdúkaðir í góðari tíð.

Háttaløgini, sum parturin viðger, eru hent amboð hjá verkfrøðingum, tá teir skulu meta um standin á bygningsverkum.

Meira fæst at vita um bókina her

Tíðindini á enskum síggjast her