(Foto: grogebra.org)
Brynhild Thomsen
05.07.2021
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

GeoGebra kann gera stóran mun í roknitímunum

Talgild tøkni, so sum GeoGebra, kann gera stóran mun, tá næmingar skulu nema sær kunnleika til støddfrøði, men tað hendir ikki av sær sjálvum

Skal talgild tøkni gagnnýtast av álvara, so krevst, at didaktikkurin og undirvísingin verður lagað soleiðis, at møguleikarnir í roynd og veru kunnu og verða troyttir.

Tað sigur Ingi Heinesen Højsted, adjunktur á Námsvísindadeildini, í samrøðu við matematikdidaktik.dk.

Fyri kortum vardi hann sína ph.d., sum júst snýr seg um dynamiska geometriundirvísing.

Talgild tøkni verður alsamt meira brúkt í undirvísingini í støddfrøði í fólkaskúlanum, og stórar eru vónirnar um, at tøknin fer at fremja førleikarnar hjá næmingunum. Tó vísa fleiri kanningar, at hetta ikki kemur av sær sjálvum.

Lesið samrøðuna við Inga Heinesen Højsted her.