University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gestafyrilestur um stóran másafugl
28.05.2018
Til lesandi Náttúruvísindadeildin

Gestafyrilestur um stóran másafugl

Í samband við vitjanina í Føroyum fer Rahel Maren Borrman, ph.d.-lesandi úr Týsklandi, at halda gestafyrilestur í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15, stovu U407, friggjadagin tann 1. juni kl. 11.00.


Rahel Maren Borrman er ph.d.-lesandi í the Marine Animal Ecology Group úr Sentrinum fyri Gransking og Tøkni (FTZ) á Universitetinum í Kiel, Týsklandi. Rahel arbeiðir innan vistfrøði hjá sjófugli við serligum denti á størru másafuglarnar; teirra einstøku spesialiseringar og hvussu teir ferðast, umframt varðveitingarætlanir í mun til stovnsrøkt og sjóvindmylluøki. Fyri eitt fiskivinnusamfelag sum okkara, er eitt nú másafuglur av stórum vistfrøðiligum týdningi. Rahel er nú í Føroyum fyri at merkja svartbak í samstarvi við Jóhannis Danielsen, lektara á Fróðskaparsetri Føroya.

Og tað er sambandi við hesa vitjan, at Rahel fer at halda gestafyrilestur í Sjóvinnuhúsinum á Vestaru Bryggju 15, stovu U407, friggjadagin tann 1. juni kl. 11.00.

Fyrilesturin hevur heitið “Vistfrøði hjá stórum másasløgum í útbreiðsluøki í týska Norðsjóvarøkinum”.

Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fuglafrøðifelag skipa fyri fyrilestrinum. Fyrilesturin verður á enskum.

Øll eru vælkomin.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. flagg setur (2).jpg

    Fyribils skrá fyri UArctic Congress 2026 og Ocean Connectivity Conference er nú tøk

  2. Fróðskaparsetrið 32

    Heilsan til nýggju samgonguna: - Nú skapa vit góð lívskor fyri ungdómin

  3. Framsíða

    Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya