University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gestalesandi á San Diego State University í California
25.08.2008
Søgu- og samfelagsdeildin

Gestalesandi á San Diego State University í California

Tann 26. august 2008 byrja 7 studentar á Søgu- og Samfelagsdeildini sum gestalesandi á California State University í San Diego. Har koma tey at verða alla lestrarhálvuna fram til jóla.


Á einum so stórum universiteti eru valmøguleikarnir at velja fak og skeið ómetaliga nógv størri enn á Fróðskaparsetrinum, ætlanin er fyrst og fremst at taka skeið sum snúgva seg um amerikonsk viðurskifti.

Fakligi leiðarin fyri stjórnmálafrøðisdeildini tekur sær av teimum og hjálpir teimum at finna seg rættis fakliga. Júst hesa lestrarhálvuna fáa tey eisini eitt sera gott høvi at eygleiða amerikanska valstríðið og tað orðaskiftið sum fer fram millum studentar og universitetslærarar.

Hetta er fyrstu ferð, at stjórnmálafrøði- og søgulesandi í felag hava tikið seg saman til saman at fara burtur í eina heila lestrarhálvu, tað hava teir gjørt ígjøgnum "The American Language Institute", ið virkar sum ein forlongdur armur hjá amerikonskum universitetum, sum hevur til uppgávu at fáa lesandi uttanífrá at koma til USA at lesa. Veðurlagið er stak gott í San Diego, so umframt at lesa, fá tey 7 føroysku lesandi eisini stundir til at liggja í strondini og sóla sær. Sí meira um universiteti á www.sdsu.edu

Samstundis sum tað er politikkur setursins at fáa so nógvar studentar at lesa í Føroyum sum gjørligt, so er tað eisini sera týdningarmikið, at tey lesandi eisini fara út um landoddarnar í eitt longri tíðarskeið at lesa í einum fremmandum umhvørvi. Tað er júst í samanrenningini millum tað heimliga og tað fremmanda at tey lesandi fáa ein íblástur sum bæði kann koma teimum sjálvum og Fróðskaparsetrinum til góðar.

Tey lesandi fáa sjálvandi góðskriva tey skeið og tey fak, sum tey taka við universitetið í San Diego.




Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum