25.08.2008
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Gestalesandi á San Diego State University í California

Tann 26. august 2008 byrja 7 studentar á Søgu- og Samfelagsdeildini sum gestalesandi á California State University í San Diego. Har koma tey at verða alla lestrarhálvuna fram til jóla.


Á einum so stórum universiteti eru valmøguleikarnir  at velja fak og skeið ómetaliga nógv størri enn á Fróðskaparsetrinum, ætlanin er fyrst og fremst at taka skeið sum snúgva seg um amerikonsk viðurskifti. 

  

Fakligi leiðarin fyri stjórnmálafrøðisdeildini tekur sær av teimum og hjálpir teimum at finna seg rættis fakliga. Júst hesa lestrarhálvuna fáa tey eisini eitt sera gott høvi at eygleiða amerikanska valstríðið og tað orðaskiftið sum fer fram millum studentar og universitetslærarar.

 

Hetta er fyrstu ferð, at stjórnmálafrøði- og søgulesandi í felag hava tikið seg saman til saman at fara burtur í eina heila lestrarhálvu, tað hava teir gjørt ígjøgnum "The American Language Institute", ið virkar sum ein forlongdur armur hjá amerikonskum universitetum, sum hevur til uppgávu at fáa lesandi uttanífrá at koma til USA at lesa. Veðurlagið er stak gott í San Diego, so umframt at lesa, fá tey 7 føroysku lesandi eisini stundir til at liggja í strondini og sóla sær. Sí meira um universiteti á www.sdsu.edu

  

Samstundis sum tað er politikkur setursins at fáa so nógvar studentar at lesa í Føroyum sum gjørligt, so er tað eisini sera týdningarmikið, at tey lesandi eisini fara út um landoddarnar í eitt longri tíðarskeið at lesa  í einum fremmandum umhvørvi. Tað er júst í samanrenningini millum tað heimliga og tað fremmanda at tey lesandi fáa ein íblástur sum bæði kann koma teimum sjálvum og Fróðskaparsetrinum til góðar.

  

Tey lesandi fáa sjálvandi góðskriva tey skeið og tey fak, sum tey taka við universitetið í San Diego.