University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gestur Hovgaard.jpg (1)

Gestur Hovgaard fór í 2017 til Grønlands at arbeiða á universitetinum í Nuuk

Brynhild Thomsen
21.09.2020
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Gestur er tilnevndur professari

Gestur Hovgaard, sum var lektari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Setrinum, er nú tilnevndur professari á universitetinum í Nuuk

Í 2017 fór lektarin á Søgu- og samfelagsdeildini á Setrinum til Grønlands at arbeiða sum leiðari á deildini fyri samfelag, búskap og journalistikk á universitetinum í Nuuk (Ilisimatusarfik - uni.gl ).
Nú hevur akademiska ráðið har gjørt av at tilnevna Gest Hovgaard sum professara.

Í tíðindabrævi frá grønlendska universitetinum stendur, at tilnevningin er søgulig, tí hetta er fyrstu ferð, at ein av teirra egnu granskarum er "framfluttur" til professara.

Ætlanin er, at Gestur Hovgaard heldur sín professarafyrilestur síðst í oktober.

Vit á Setrinum ynskja Gesti hjartaliga til lukku við professaraheitinum.

Lesið meira um Ilisimatusarfik her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving