University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gestur Hovgaard við nýggjari altjóða útgávu
29.12.2015
Søgu- og samfelagsdeildin

Gestur Hovgaard við nýggjari altjóða útgávu

Arbeiðið við at menna útbúgvingar, ið eru tillagaðar tær treytir, føroyska samfelagið hevur, er nú eisini altjóða viðurkent við grein hjá Gesti í tíðarritinum “Higher Education. The International Journal of Higher Education Research”.


Heitið á greinini er "Master learning: a way to manage tertiary education in small island jurisdictions".

Í greinini viðger Gestur tær avbjóðingar, smásamfeløg hava við at planleggja og menna hægri útbúgvingar, og hann kemur eisini við uppskoti um, hvussu hesar avbjóðingar kunnu loysast. Hesi uppskot byggja millum annað á tær royndir, sum gjørdar verða á Søgu- og samfelagsdeildini, har Masterlæran varð sett á skinnarar í august mánaði í ár. Talan er um masterútbúgving innan søgu- og samfelagsvísindi, sum byggir víðari á verandi útbúgvingar á bachelorstøði innan somu vísindi.

Áhugin fyri útbúgvingini hevur verið stórur, og í løtuni eru 15 lesandi við at leggja seinastu hond at fyrstu lestrarhálvuna í Masterlæruni.

Nærri kunning um Masterlæruna her

Tak niður og les grein um Masterútbúgvingina úr Sosialinum

Tak niður og hoyr innslag um Masterútbúgvingina í GMF í Kringvarpinum

Leinki til greinina í Higher Education finst her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025