University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gestur Hovgaard við vísindaligari útgávu
21.06.2015
Søgu- og samfelagsdeildin

Gestur Hovgaard við vísindaligari útgávu

Hesa ferð er talan um antologiina Remapping Gender, Place and Mobility Global Confluences and Local Particularities in Nordic Peripheries, útgivin á vísindaliga forlagnum Ashgate.


Bókin viðger broyttu dagligdags vilkorini, ið globaliseringin skapar fyri lívsvilkorini í norðurlendska útjaðaranum.

Bókin vendir sær serliga til tey við áhuga fyri, hvussu globaliseringin setir broytt vilkor í mun til kyn, mobilitet og lokalt tilknýti, og inniheldur dømi (case-studies) úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi, Íslandi og Noregi. Í einum altjóða høpi peikar bókin á viðurskifti, sum skapa uppbrot, men eisini hví norðurlendski útjaðarin er vælhavandi, við relativt stabilum viðurskiftum og sosialum javnaði.

Greinin hjá Gesti viðger nevndu viðurskifti við støði í samrøðum við føroyskar menn, sum starvast í hægri størvum innan norðurlendsku sjó- og frálandavinnuni.

Meiri fæst at vita um bókina her


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Eli Nolsøe Leifsson FSF Mynd ENL

    Ph.d.-verja: Eli Nolsøe Leifsson

  2. 1836480

    Stór játtan skal byggja brúgv millum fak í stríðnum móti veðurlagskreppuni

  3. Chatgpt Image 4. Jun. 2026, 10.55.24

    Almennur fyrilestur: Uppruni íslendinga