University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gjógv millum mál og veruleika í eldrarøktini

Gjógv millum mál og veruleika í eldrarøktini

Hetta vísir kanning, ið Ása Róin, adjunktur á Sjúkrarøktarfrøðideildini, hevur gjørt og sum er grundarlag undir kapitli, hon hevur skrivað í nýggjari bók um eldrarøkt


Ása Róin, Ph.D. og adjunktur á Sjúkrafrøðideildini hevur skrivað kapittul í bókini Cultures of Care in Aging, sum kemur út í apríl í ár. Kapittulin ber heiti: Person-environment fit and quality of care.

Bókin er úrslit av einum samstarvið millum granskarar innan gerontologi frá fleiri evropeiskum londum, Canada og India og er ritstjórnað av professarunum T. Boll, D. Ferring og J. Valsiner.

Kapittulin viðgerð kvalitet í eldrarøktini og greinar dáta frá samrøðum við eldri heimabúgvandi borgarar í Føroyum. Politiskt ber ætlan fyri eldraøkið boð um, at røkt og stuðul skal taka støði í tørvi hins einstaka.

Hetta er tó ikki altíð tað, tann eldri upplivir í gerandisdegnum. Bygnaðurin og vantandi samskipan av veitingum tarnar menningini av eldrarøktini, og enn er langt frá ætlan til veruleika.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025