Skriva út

Gjógv millum mál og veruleika í eldrarøktini

Hetta vísir kanning, ið Ása Róin, adjunktur á Sjúkrarøktarfrøðideildini, hevur gjørt og sum er grundarlag undir kapitli, hon hevur skrivað í nýggjari bók um eldrarøkt


Ása Róin, Ph.D. og adjunktur á Sjúkrafrøðideildini hevur skrivað kapittul í bókini Cultures of Care in Aging, sum kemur út í apríl í ár. Kapittulin ber heiti: Person-environment fit and quality of care

Bókin er úrslit av einum samstarvið millum granskarar innan gerontologi frá fleiri evropeiskum londum, Canada og India og er ritstjórnað av professarunum T. Boll, D. Ferring og J. Valsiner. 

Kapittulin viðgerð kvalitet í eldrarøktini og greinar dáta frá samrøðum við eldri heimabúgvandi borgarar í Føroyum. Politiskt ber ætlan fyri eldraøkið boð um, at røkt og stuðul skal taka støði í tørvi hins einstaka.

Hetta er tó ikki altíð tað, tann eldri upplivir í gerandisdegnum. Bygnaðurin og vantandi samskipan av veitingum tarnar menningini av eldrarøktini, og enn er langt frá ætlan til veruleika.