University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
GlyVeST framløga í Beijing
Náttúruvísindadeildin, KS
02.06.2009
Náttúruvísindadeildin

GlyVeST framløga í Beijing

Ph.D. lesandi á Náttúruvísindadeildini legði fram seismikk-úrslit frá Glyvursnesi á 'the International Geophysical Conference and Exposition', sum var í Beijing í Kina 24-27 apríl.


Á stóru altjóða ráðstevnuni 'The International Geopysical Conference and Exposition', sum var hildin í kinesiska høvuðsstaðnum Bejing í døgunum 24-27 apríl, var heiti á einum av teimum 200 fyrilestrunum 'Subbasalt seismic processing strategy for the GlyVeST data from the Faroes'. Henda fyrilesturin helt Khanh Duc Nguyen, sum er Ph.D.-lesandi á Náttúruvísindadeildini. Fyrilesturin hevur hann gjørt saman við vegleiðara sínum, Jim Brown, professara í jarðalisfrøði á Náttúrvísindadeildini.

Umleið 1200 luttakarar, harav um 200 útlendingar, vóru á ráðstevnuni, sum var samfíggjað av 'the Chinese Petroleum Society (CPS), ið er kinesiski systurfelagsskapurin hjá okkara heimliga Oljutingi, og the Society of Exploration Geophysicists (SEG). Høvuðsheitini fyri hesa ráðstevnuna vóru jarðalisfrøðiligar avbjóðingar, møguleikar og nýhugsan.

Á ráðstevuni vóru 320 vísindaverk løgd fram, og stóðu útlendingarnir fyri 100 av teimum. 120 av hesum verkum vóru løgd fram á plakatum (postara), meðan 200 vóru løgd fram sum fyrilestrar og teirra millum fyrilesturin um seismikkvirksemi í Føroyum.

Umframt vísindaframløgur so var ein 5000 fermetrar stór høll og 1000 fermetrar uttandura karmur um framsýningar hjá fleiri enn 60 kinesiskum og útlenskum oljufeløgum, tænastufyritøkum, og øðrum fyritøkum við tilknýti til oljuvinnuna. Eisini vóru 4 verkstovur, SEG/ExxonMobil Student Education Program og aðrir fundir hjá SEG.


Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png

    Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

  2. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

  3. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin