University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Redigerað Leiðslan Á Nás Á Arbeiðsferð Á UCL

Tey, ið umboðaðu NÁD á ferðini, vóru Marius Joensen, útbúgvingarleiðari fyri námsfrøðingaútbúgvingina, Rúna í Skála, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina, og Frida Poulsen og Hans Harryson, ið eru varadekanar á Fróðskaparsetri Føroya

25.02.2025
Setrið Námsvísindadeildin

Góð arbeiðsferð á UCL í Odense

Leiðslan á Námsvísindadeildini á Setrinum hevur verið á arbeiðsferð á UCL í Odense sum partur av virksemi í norðurlendskum netverki, sum Nordplus stuðlar fíggjarliga

Námsvísindadeildin er partur av einum norðurlendskum netverki, sum hevur tvey høvuðsendamál. Fyrra endamálið er at skapa líkindi fyri, at tey, ið lesa til lærara í ávikavist Odense, Reykjavík og í Havn, kunnu fara í starvslæru hvør hjá øðrum. Seinna endamálið er at fáa undirvísarar á somu læraraútbúgvingum at samstarva og hugkveikja hvønn annan.

Mánadagin 17. og týsdagin 18. februar hevði netverkið fundarvirksemi á UCL í Odense. UCL stendur fyri "University College Lillebaelt" og er vinnuakademi og professiónsháskúli, sum er triðistørstur av sínum slagi í Danmark. Umleið 10.000 lesandi og 1000 starvsfólk eru skrásett á UCL.

Danir fingu nýggja læraraútbúgving í 2023, og høvuðsevnið á arbeiðsferðini hesa ferð var at skifta orð um tann stóra og broytta leiklut, ið starvslæran hevur fingið í nýggja leistinum.

Tá ið skráin varð løgd, vildu føroysku umboðini sleppa at hitta bæði útbúgvingarleiðaran fyri námsfrøðingaútbúgvingina og leiðaran fyri eftirútbúgving á UCL. Hetta ynskið varð eftirlíkað, og óformligu samrøðurnar kastaðu nógv av sær, sigur leiðslan á NÁD.

Tey, ið umboðaðu NÁD á ferðini, vóru Marius Joensen, útbúgvingarleiðari fyri námsfrøðingaútbúgvingina, Rúna í Skála, útbúgvingarleiðari fyri læraraútbúgvingina, og Frida Poulsen og Hans Harryson, ið eru varadekanar.

Nordplus hevur stuðlað netverkinum síðan 2021. Játtanin frá Nordplus rindar ferð og uppihald hjá seks føroyskum lesandi og fýra føroyskum undirvísarum um árið.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum