University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Vár stór.jpg (1)

Vár í Ólavsstovu, lektari á Námsvísindadeildini umboðar Setrið í Alfaráðnum, sum er norðurlendskt samstarv um betri integratión av tilflytarum, sum ikki hava norðurlendska bakgrund

Brynhild Thomsen
07.09.2020
Setrið Námsvísindadeildin

Góð integratión krevur norðurlendskt samstarv

Serlig átøk skulu til fyri at geva tilflytarum, sum ikki hava norðurlendska bakgrund, fótafesti og pláss í føroyska samfelagnum. Vár í Ólavsstovu, lektari á NÁD, sum umboðar Fróðskaparsetrið í norðurlendska Alfaráðnum, sigur, at meira skal til enn at læra nýggar borgarar at lesa og skriva

Í 2000 búðu 548 fólk í Føroyum av øðrum uppruna enn norðurlendskum. Í dag er talið 2183.

Hetta setur nýggj og størri krøv til integratión.

Í norðurlendska samstarvinum, sum eitur Nordisk Netværk for Voksnes Læring (NVL), er Alfaráðið skipað, og har umboðar Vár í Ólavsstovu Setrið.

Málbólkurin hjá Alfaráðnum eru vaksin, sum hava annað móðurmál enn eitt av teimum norðurlendsku, og sum hava lítla ella onga skúlagongd. Hetta eru fólk, sum hava tørv á grundleggjandi lestrar- og skriftarkunnleika, men teimum tørvar eisini kunning um arbeiðsmarknað, samfelag og útbúgving.

Í samrøðu við heimasíðuna hjá NVL greiðir Vár í Ólavsstovu frá, at uppgávan er at stuðla tilflytarum í at gerast upplýstir og virknir borgarar í vælferðarsamfelagnum, og at vegurin kann vera bæði trupul og drúgvur.

Lesið alla greinina á heimasíðuni hjá Nordisk Netværk for Voksnes Læring her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum