University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Aliformenn Havmyndlan Front.jpeg

Nógvir aliformenn vóru á verkstovuni á Setrinum í dag, sum m.a. Depilin fyri Havmyndlan skipaði fyri

20.09.2023
Setrið Náttúruvísindadeildin

Góð undirtøka fyri aliverkstovu á Setrinum

Áhugin var stórur fyri aliverkstovuni, sum nýggi Depilin fyri havmyndlan á Setrinum skipaði fyri í dag saman við Sp/f RAO og Sjóvartrygging 

Verkstovan var hildin í Kongshøll á Setrinum, og hon var serliga ætlað aliformonnum umframt veitarum og ráðgevum, sum dagliga arbeiða við aling á sjónum.

Á hesi fyrstu verkstovuni hjá Deplinum fyri havmyndlan varð dentur lagdur á at gjøgnumganga norska standardin, NS 9415, tá tað ræður um føroysk viðurskifti.

Hetta varð gjørt við framløgum frá granskarum og ráðgevum frá Setrinum, RAO og Fiskaaling. Eisini var høvi at hoyra um, hvat Veðurstova Føroya arbeiðir við og um framtíðarætlanirnar á havmyndlaøkinum á Setrinum.

Ætlanin er, at sjógvalarar á henda hátt javnan skulu hittast í fakligum kørmum, og at vinnulívsfólk og granskarar soleiðis fáa høvi til at skifta orð um tær avbjóðingar, sum eru, og tær loysnir, sum kunnu vera á trupulleikunum.

Knud Simonsen, lektari á Náttúruvísindadeildini, stendur á odda fyri Havmyndladeplinum, og hann frøist um góðu undirtøkuna, sum var til fakliga tiltakið í dag.

- Uppmøtingin í dag er ófør. Her eru aliformenn úr øllum landinum, og mín vón er, at vinnulívið eisini vil nýta hetta høvið til at geva sítt íkast til framløgurnar á komandi tiltøkunum, segði hann í steðginum á verkstovuni. 

Knud Simonsen er ein av royndu granskarunum á Fróðskaparsetrinum. Í dag hevði hann framløgu um aldu- og streymklassar

Bárður Niclasen, stjóri á Veðurstovu Føroya, hevur eina fortíð sum granskari á Setrinum. Hann greiddi frá um, hvat vit kunnu vænta av veðurforsagnunum

Granskingin á havmyndlaøkinum varð eisini víst sum plakatir. Her er tað finski granskarin, Sirpa Lehtinen, sum arbeiðir á Fiskaaling, ið nærlesur úrslitini

Á skránni í dag vóru hesar framløgurnar:

  • Aldu- og streymklassar fyri Føroyar eftir "gamla" NS9415, Knud Simonsen, Fróðskaparsetur Føroya
  • Nýggj aldumyndlan av Føroyaleiðunum, Bárður Joensen, Fróðskaparsetur Føroya
  • Galdandi Norsk Standard NS9415, Jógvan Juul Olsen, Sp/f RAO
  • Ávirkan av aldugjørdum ráki á alinótir, Heðin Abrahamsen, Fiskaaling/Fróðskaparsetur Føroya
  • Nitrogen-yvirmetning av illveðri, Øystein Patursson, Sp/f RAO
  • Veðurforsagnir í væntu, Bárður Niclasen, Veðurstova Føroya

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing