University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Setrið Vitjan Úr Grønlandi
16.04.2026
Setrið

Góð vitjan úr Grønlandi

Í hesum døgum hava starvsfelagar okkara úr Grønlandi verið á vitjan á Fróðskaparsetri Føroya 

Universitetið í Grønlandi, Ilisimatusarfik, er eins og okkara í Føroyum í støðugari menning, og samstarvið millum hægru lærustovnarnar báðar varð formliga skipað við samstarvsavtalu á sumri í fjør.

Avtalan skal rudda slóð fyri tættari samarbeiði um undirvísing, gransking og fyrisiting, og yvirskipaða endamálið er at menna vitan og útbúgving í Útnorðri.

Og nú eru Christine Tønnesen, universitetsstjóri, Rosa Lorentzen, lestrarleiðari, og Karen Mikkelsen-Lennert, tekniskur leiðari, á arbeiðsferð í Føroyum. Á myndini eru eisini Johan Hansen, fyrisitingarstjóri, og Martin Tvede Zachariasen, rektari á Fróðskaparsetrinum.

Endamálið við ferðini er m.a. at hoyra um, hvussu fyrisitingin á Setrinum er skipað og um nýggju lestrarfyrisitingarskipanina í Føroyum, sum eitur Kervi+.

Lesið meira um samstarvsavtaluna millum Setrið og Ilisimatusarfik her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Qin Xin

    Professari á Setrinum fingið tríggjar altjóða viðurkenningar

  2. Lesandi Hugna Sær Í Silo

    Innleiðslan fyri 270 nýggjum lesandi endar í kvøld

  3. Jóhannus Kristmundsson

    Jóhannus Kristmundsson framfluttur til lektara