University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Martin Tvede Zachariasen Rektari Bjóðar Nýggjum Lesandi Vælkomnum 17082026 Innleiðsla
19.08.2026
Setrið

Góðska skal síggjast og kunna mátast

Fróðskaparsetur Føroya arbeiðir miðvíst við at tryggja og menna góðskuna í útbúgvingunum á Setrinum. Nú er góðskuskipanin savnað og lýst á heimasíðuni, har øll kunnu kunna seg um, hvussu Setrið arbeiðir við góðsku

Hvat merkir tað í veruleikanum, at ein universitetsútbúgving hevur góða góðsku?

Tað snýr seg sjálvandi um góða undirvísing og fakliga sterkt umhvørvi. Men góðska snýr seg eisini um at hava skipaðar mannagongdir, sum tryggja, at útbúgvingarnar verða eftirmettar og mentar, at royndir og sjónarmið hjá lesandi verða tikin við, og at vit regluliga kanna, um útbúgvingarnar framvegis røkka sínum endamáli og tørvinum hjá lesandi og samfelagnum.

Hetta arbeiðið er ein týðandi partur av virkseminum hjá Fróðskaparsetri Føroya.

- Eitt væl skipað góðskuarbeiði og gjøgnumskygd góðskuskipan er fortreyt fyri, at Setrið kann vera við í altjóða útbúgvingarsamstarvi, t.d. Erasmus+. Eisini er tað ein fortreyt fyri, at útlendskir útbúgvingarstovar og arbeiðspláss uttan iva góðkenna eitt prógv frá Setrinum, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari.

Føroyskt universitet – europeiskur standardur
Góðskuarbeiðið á Setrinum tekur støði í teimum meginreglum og standardum, sum eru galdandi fyri hægri útbúgving í European Higher Education Area (EHEA).

Ein týðandi felags karmur eru Standards and Guidelines for Quality Assurance in the European Higher Education Area – vanliga nevndir ESG. Teir lýsa grundleggjandi europeiskar meginreglur fyri góðskutrygging og góðskumenning á universitetum og øðrum hægri lærustovnum.

Hetta merkir millum annað, at góðska ikki er nakað, sum verður kannað eina ferð og síðani løgd til viks. Útbúgvingar skulu fylgjast, eftirmetast og mennast regluliga. Lesandi skulu hava ein virknan leiklut, kunning um útbúgvingarnar skal vera greið og álítandi, og universitetið skal nýta viðkomandi vitan og dátur til at menna sítt virksemi.

Endamálið er bæði at tryggja góðskuna, sum er, og støðugt at menna hana.

Góðska er eisini álit
Fyri tey lesandi merkir hetta, at tað skal vera greitt, hvat tey kunnu vænta av einari útbúgving á Setrinum, og at skipað verður fyri regluligari eftirmeting og menning.

Fyri Setrið merkir tað, at vit skulu kunna vísa á, hvussu vit vita, at útbúgvingarnar hava ta góðsku, sum vit krevja av okkum sjálvum – og hvat vit gera, tá okkurt kann gerast betur.

Og fyri samfelagið merkir tað størri gjøgnumskygni og álit á útbúgvingarnar og prógvini, sum lesandi standa á Setrinum.

Felags europeiskur standardur fyri góðskutrygging er eisini við til at skapa álit millum universitet og útbúgvingarskipanir í Europa. Álitið merkir eisini, at ein góðskuskipan, sum fylgir europeiska leistinum, styrkir flytførið hjá okkara lesandi í Føroyum, soleiðis at tað er lættari at taka staðin skeið við sær tvørtur um landamørk og útbúgvingarstovnar. Somuleiðis verða møguleikarnir fyri víðari lesnaði, eftir at lesandi hava staðið t.d. bachelorprógv frá Setrinum, styrktir, tí Setrið lýkur somu góðskukrøv, som aðrir útbúgvingarstovnar eisini gera. 

Stutt sagt hevur góðskuskipanin stóran týdning fyri Fróðskaparsetur Føroya sum partur av altjóða útbúgvingar- og granskingarumhvørvinum, og fyri Føroyar, sum vilja hava atlimaskap í Erasmus+ og annars gerast partur av Bolognatilgongdini.

Nú er góðskuskipanin savnað á setur.fo
Nýggja góðskusíðan á setur.fo gevur eitt samlað yvirlit yvir góðskuskipanina hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Har ber millum annað til at lesa um, hvussu góðskuarbeiðið er skipað, og hvørjar føroyskar og altjóða rammur tað byggir á. Har eru eisini skjøl og skabelónir, sum verða brúkt í innanhýsis góðskutryggingini, umframt dagførd skjøl um útbúgvingarkunning og eftirmetingartilgongdir.

Við at savna og almannakunngera hetta tilfarið verður eisini lættari hjá lesandi, starvsfólki og almenninginum at síggja, hvussu Setrið arbeiðir við góðsku – og hvussu vit arbeiða fyri støðugt at gerast betri.

Les meira um góðskuskipanina á Fróðskaparsetri Føroya HER.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Regin Djurhuus Hammer Klipt SSD

    Regin fer til Berkeley at granska

  2. Screenshot 2026 08 14 At 11 29 21 WELCOME Iifet2026

    Almennur fundur um framtíðar fiskivinnustýring

  3. Screenshot 2026 08 12 At 10 19 38 Turið Sigurðardóttir Heiðrað Setur

    Turið Sigurðardóttir 80 ár