20.02.2023
Setrið Til lesandi
Skriva út

Góðu lesandi, hvussu trívast tit?

Øll lesandi á Fróðskaparsetrinum hava fingið leinki til trivnaðarkanning í lestrartelduposti, og nú ein vika er eftir at svara, heita vit á øll, sum ikki hava svarað enn, um at fáa tað gjørt

Afturvendandi trivnaðarkanningarnar millum lesandi er týðandi amboð í menningini av Setrinum, og nú ein vika er eftir hjá lesandi at svara nýggju kanningini, heitir Lestrarskrivstovan á øll, sum ikki hava svarað enn, um at gera tað.

- Tað hevur alstóran týdning, at øll lesandi siga sína hugsan, tí teirra svar geva okkum greið amboð til okkara menningarætlanir fyri Setrið, siga tey á Lestrarskrivstovuni, sum haraftrat hava ein lokkandi vinning, sum verður drigin, tá kanningin er av.

Lesandi hava fingið leinki til kanningina á lestrarteldupostin, og niðast í kanningini stendur eisini, hvussu tey luttaka í kappingini um at vinna AirPods Pro (2. gen.).

Gerið tykkara ávirkan galdandi við at brúka eina løtu um at svara spurningunum í trivnaðarkanningini