02.07.2014
Námsvísindadeildin
Skriva út

Góðu námsfrøðingar - Hjartaliga til lukku við útbúgvingini!

Á hátíðarløtu í Norðurlandahúsinum fríggjadagin 27. juni helt Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari, røðu fyri nýklaktu námsfrøðingunum.


Og eisini hjartaliga til lukku til øll tykkum, sum fáa prógv í dag.

Tað er ein heiður fyri meg at skula siga nøkur orð til tykkum námsfrøðingar í dag.

Hetta er ein stórur og gleðiligur dagur har vit fáa 28 nýggjar námsfrøðingar, sum skula í starv innan námsfrøðiliga øki, sum umfatar smá og stór børn, ungdóm, menniskju við serligum tørvi og eldri menniskju.

Eg havi verið so heppin at hava fylgt  tykkara lestrarferð seinastu fýra árini. Tað hevur verið ein gleði at sæð, hvussu tit hava lagt alla orku í lesnaðin og sæð, hvussu tit hava ment tykkum. Tit hava givið tykkara ýtarsta á skeiðum, linjum - við uppgávum, starvslærum, B.Ed. og YRV. Hetta hevur kravt, at tit hava lisið, kannað, granskað, reflekterað, tulkað, skipað og skrivað. Verið gjøgnum óteljandi próvtøkur, sum eisini hevur kravt, at tit munnliga megna at seta orð á tað, tit hava arbeitt við og tykkara vitan. 

Vit lærarar hava eygleitt tykkum í undirvísingini, í gongini og tá tit hava sitið og arbeitt á skúlanum við ágrýtni, áhuga og áhaldni. Tit hava mangan sæð troytt út, men hava tó hildið fram.

Týdningarmiklasta er tó, at tit megna at knýta vitanina til praksis, hvussu hendan vitan kann setast í verk og er hetta tann avbjóðingin, sum av álvara byrjar nú tit fáa prógvið og skula í starv.

Lestrartíðin hevur uttan iva tikið tíð og orku frá teimum næru og kæru, og uttan stuðul og eggjan frá familjuni hevði tað verið trupult hjá tykkum lesandi at megna hesa útbúgvingina. Tí eiga vit eisini at ynskja tykkum til lukku, og takka fyri tykkara innsats.

 

Tit eru nú ein partur av pedagogyrkinum, sum tit skula vera við til at skapa og mynda víðari. 

Hetta leiðir meg til ein lýsing av 1. mai kvøldsetuni í Læraraskúlahøllini í 1979, sum eg fari at lesa upp frá einum teksti hjá Jóanes S. Nielsen:

"Á reyðu 1. maj kvøldsetuni í Læraraskúlahøllini í 1979 gekk Hjørdis Johansen inn á tann stóra pallin við guitara í hond. Týpist fyri eina hvíta kvinnu fyri 25-30 árum síðani, rammaði eitt veldugt tyssi av afrokrúllum andlitið inn. Hon var í knæsíðum kjóla við breiðum belti um miðjuna, og við mikrofonstativið steðgaði hon, hongdi guitarin um hálsin og læt tann nýgjørda sangin í Barnagarði duna út yvir tann fullsetta salin"

Hetta brotið vísur á eina tíð, har tað bert vóru 5 barnagarðar í Føroyum og tískil vóru tað fá børn sum gingu í barnagarð. Innihaldið í sanginum Í Barnagarði vísti á, at tað var gott at ganga í barnagarð, heldur enn at vera heima einsamallur og ongan hava at spæla við. Ivasamt var, um tað í heila tikið var ein barnasangur. Boðskapurin bleiv tó móttikin við einum ávísum skepsis. Sangurin skuldi heldur skiljast sum ein fagnaðarkvøða til pedagogyrkið, sum hesa tíðina ikki var so høgt í metum. Hetta vísur á eina brotlinju, eitt paradigmuskifti, í søguni, tá 80'ini og 90’ini bóru við sær eina stóra broyting í hvønndagslívinum hjá serliga mammum og børnum, sum samstundis hevði við sær eina menning á námsfrøðiliga økinum. Støðan í dag er, at 84,5% av øllum børnum eru í barnaansing og ber hetta við sær, at sangurin nokk er meira tíðarhóskandi í dag enn í 1979.

Innan serøkið fór serforsorgin undir virksemi í Føroyum í 1973, og fyrstu bústovnarnir til evnaveik lótu upp sama árið, sum loyvdi føroyingum, sum búðu á Rødbygaard, at koma heim aftur til Føroya. Hetta var bert ein byrjan til ta menning sum vit síggja úrslitið av í samfelagnum í dag.

Nógvar broytingar hava verið á pedagogiska økinum seinastu 50 árini og tað føroyska  samfelagið er í dag skipað við eini seinmodernaðari familju, har bæði mamman og pápin mangan arbeiða úti. Hetta ber við sær, at tær umsorganaruppgávur, sum familjan vanliga tók sær av, eru vorðnar ein uppgáva sum pedagogarnir partvís og í samstarvi við foreldur varða av á stovnum. 

 

Hóast pedagogyrkið ikki hevur eina langa siðvenju, so er yrkið vorðið eitt tað týdningarmesta starvið í samfelagnum í dag, har tit sum námsfrøðingar við umsorgan skula menna, mynda og menta okkara kæru.

Sum námsfrøðingar hava tit førleikar til við tolsemi at arbeiða viðurkennandi við tí ymiskleika, ið eyðkennir tað einstaka menniskjað og møta tørvinum hjá hvørjum sær.                    

Tí sum H.A. Djurhuus skrivar í yrkingini “Tey standa og vagga”:

Tá verða tey øks at tagna,
tí tað segði dáin satt:
hvønn vøkstur Gud hevur fagnað 
og hvør eigur lívsins rætt

Seinastu 4 árini hava tit ment tykkum í lesnaði, men at hava tikið eina útbúgving merkir ikki at vera liðugur við at læra. Hendan menning er ein áhaldandi menning, sum má halda fram alt lívið. 

Eg vil ynskja tykkum blíðan byrð og alt tað besta á yrkisleið tykkara.

Og enn einaferð hjartaliga til lukku.

 

Annika Antoniussen