University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gott kjak um planlegging
15.05.2013
Søgu- og samfelagsdeildin

Gott kjak um planlegging

Planleggin má til og útgangsstøðið er, at vit vita hvagar leiðin gongur. Tað var ein av niðurstøðunum á Seturskjaki um “Planlegging – fyri hvønn og hví?" á Østrøm týskvøld.


Hesa ferð skipaði Søgu- og samfelagsdeildin fyri Seturskjakinum við Kára Mikkelsen sum orðstýrara.

Gestur Hovgaard, lektari á Søgu- og samfelagsdeildin, bjóðaði vælkomin og legði fyri við stutt at greiða frá, hvat planlegging er og hví vit planleggja.

Í panelinum vóru tveir luttakarar, við hvør síni framløgu.

Kári á Rógvi, lektari í lógfrøði á Søgu- og samfelagsdeildin tók útgangastøði í verandi planlógum og almennari planlegging “uppi-frá-og-niður” og um hvussu myndugleikin í sínum leikluti fyriskipar menning og raðfestir. Ein av avbjóðingunum í føroyska samfelagnum er og hevur verið tann fjarstøðan, sum er ímillum myndugleikan í Havn, og fólkið úti um í samfelagnum. Kári lýsti hetta sera væl við tí kendu útsøgnini "Tey hægstu í Havn" ella "Tey klókur í Havn" Hendan fjarstøða hevur áhaldandi forðað fyri eini felags støðu í planlegging, eins og í at síggja bæði tørvin á planlegging og eina framhaldandi menning av planlegging. Meira opinleiki, kunning og útbúgving fer at verða við til at broyta hesa gongd.

Sámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslektari á Námsvísindadeildini vísti á nýggjar hugsanir innan planlegging “niðri-frá-og-upp”, har hann serliga legði dent á tørvin av  borgaraluttøku í lokalari menning. Ein av avbjóðingunum er, at føroysku kommunurnar er so ymiskar i stødd og í hvørjum tænastum tær bjóða sínum borgarum. Neyðugt er við meira opinleika og betri kunning, eins og borgarin eigur at verða betri hoyrdur. Eitt amboð til hetta kundi verið at Kommunuskipan Føroya og/ella Innlendsmálaráðið tóku stig til at samskipa menning av lokalari borgaraluttøku og soleiðis javnaðu ímillum stórar og smáar kommunur

Gott kjak varð eisini, har tað millum annað varð víst á leiklutin hjá Søgu- og samfelagsdeildini við nýggju útbúgvingunum. Her eru lesandi, sum útbúgva seg innan lóg, samfelagsplanlegging, sosialvísindi, umsiting og politik og fara tey at verða avgerandi fyri framhaldandi menning av føroyska samfelagnum, bæði kommunalt og á landsplani.



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast