University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2023-06-12 at 14-51-31 BLOG The land of a 1000 lakes nourishes the mind… Teacher Education for Social Justice and Diversity.png

Vijayavarathan, lektari, og Knút Háberg Eysturstein, ph.d.-lesandi á Námsvísindadeildini, saman við Sara Ihamäki, samskipara á UArctic network

12.06.2023
Setrið Námsvísindadeildin

Granskarar frá Námsvísindadeildini á ConnectED vitjan í Finnlandi

Í mai mánaði vóru Kalpana Vijayavarathan, lektari, og Knút Háberg Eysturstein, ph.d.-lesandi á Námsvísindadeildini á granskaravitjan á University of Lapland í Rovaniemi í Finnlandi

Vitjanin var partur av ConnectED verkætlanini, ið er partur av UArctic netverkinum og stílar eftir at skapa netverk millum granskarar tvørturum Arktis við at leggja eina røð av granskaravitjanum til rættis. Vitjandi toymini eru umboðað av einum ph.d.-lesandi ella yngri granskara og einum seniorgranskara.

Vitjanin á University of Lapland var løgd til rættis av Sara Ihamäki, sum samskipar UArctic netverkið, og Tuija Turunen, ið er professari og dekanur á læraraútbúgvingini og leiðari av UArctic Thematic Network on Teacher Education for Social Justice and Diversity og UNITWIN/UNESCO Network on Teacher Education for Social Justice and Diversity.

Granskaravitjanin í Rovaniemi fevndi um gestafyrilestrar, luttøku í mentorsamrøðum við onnur ph.d.-lesandi á vertsuniversitetinum, umframt vitjanir á lokalum skúlum og aðrastaðni.

Kalpana og Knút greiða nærri frá í bloggi og vloggi, sum kann lesast og síggjast her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving