University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Gransking av málmenning hjá føroyskum børnum verður stuðlað
05.06.2012
Føroyamálsdeildin

Gransking av málmenning hjá føroyskum børnum verður stuðlað

Sissal Maria Rasmussen úr Havn hevur fingið 1.000.000 kr. játtaðar til at granska málmenning hjá føroyskum børnum.


Sissal er cand.mag. við hjánámi í føroyskum frá Fróðskaparsetrinum og høvuðsgrein í audiologopedi frá Keypmannahavnar universiteti. Talan er um eina ph.d.-verkætlan, og Sissal fer í granskingartíðini at hava arbeiðspláss á Fróðskaparsetrinum. Høvuðsvegleiðari hennara verður Dorthe Bleses, professari á “Center for Børnesprog” á Syddansk Universitet, og hjálparvegleiðari Zakaris Svabo Hansen, málfrøðingur á Føroyamálsdeildini, Fróðskaparsetri Føroya.

Um verkætlanina:
Áhugin fyri fyrstu  málmenningini hjá børnum er vaksin nógv tey seinnu árini, og tað kemst serliga av, at tað vísir seg, at granskarar kunnu vísa á samband millum málmenningin, t.d. orðanøgd og málfatan, og hvussu væl børnini seinni duga at lesa.

Ein partur av verkætlanini hjá Sissal er at menna eina føroyska útgávu av teimum sonevndu CDI-foreldrafrágreiðingunum (MacArthur-Bates Communicative Development Inventories). Við støði í hesum frágreiðingum ber til at gera eina skipaða og empiriskt grundaða lýsing av, hvussu føroysk børn menna málið. CDI verður brúkt í fleiri enn 60 londum. Við kanningini ber eisini til at bera saman málmenning hjá føroyskum  børnum og børnum í øðrum londum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast