Martin Nolsøe Simonsen
19.07.2022
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Gransking í Føroyum styrkt á vindorkuøkinum

Mánadagin 18. juli vardi Turið Poulsen ph.d.-ritgerð sína í Kongshøll

Ritgerðin ber heitið "Analysis and modelling of the wind energy resources in the Faroe Islands."

Turið Poulsen hevur gjørt sítt granskingararbeiði í Føroyum og hevur verið innskrivað til ph.d.-lestur á Nattúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum. Hans-Georg Beyer, professari í orkuverkfrøði, hevur verið høvuðsvegleiðari hennara, meðan Bárður Niclassen og Gregor Gibel frá DTU hava verið hjávegleiðarar. Í metingarnevndin sótu hesi:

Hjálmar Hátún, granskari á Havstovuni og adjungeraður lektari á Fróðskaparsetri Føroya
Ana Estanqueiro, leiðandi granskari á Laboratório Nacional de Energia e Geologia í Lissabon
David Infield, professari á Institute of Energy and Environment, University of Strathclyde í Glasgow.

Metingarnevndin metti, at ritgerðin og framløgan vóru á góðum vísindaligum støði, sum væl lúka krøvini til ein ph.d. Haraftrat varð mett, at Turið hevur ment nýggja vitan, sum er av stórum týdningi fyri at vindorkuøkið í Føroyum. Tískil varð ph.d.-heitið givið Turið Poulsen, sum nú kann kalla seg ph.d. í vindorkuvísindum. Fróðskaparsetrið vónar at Føroyar og tey, sum arbeiða við vindorku, fara at gagnnýta ta vitan, sum granskingararbeiðið hjá Turið Poulsen hevur ment.

          

Metingarnevndin setti Turið torførar spurningar, men til endans var komið á mál, og ein glað Turið kundi móttaka blómur og próvskjalið.