14.07.2023
Setrið Lestrarskrivstovan
Skriva út

Gransking skal til fyri at menna føroyska samfelagið

Á stóru prógvhandanini hjá Fróðskaparsetri Føroya í summar helt Helma Maria Tróndheim, ph.d.-ari, røðuna hjá teimum lesandi. Sum nýútbúgvin granskari legði hon m.a. dent á tann stóra týdningin, sum gransking hevur fyri menningina av okkara samfelag

Góðu áhoyrarar

Hetta er ein stórur dagur bæði hjá okkum, ið liðug eru, øllum okkum avvarðandi og starvsfólkunum á Setrinum. Tað er ein heiður at bera fram røðu í dag umboðandi tey lesandi, og eg vil fegin nýta høvið at takka fyri álitið. Men samstundis síggi eg hetta sum eina trupla uppgávu, tí at vit lesandi umboða jú allar deildirnar á Fróðskaparsetrinum - Føroyamálsdeildina, Námsvísindadeildina, Søgu- og samfelagsdeildina, Náttúruvísindadeildina, Deildina fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi - og eisini øll útbúgvingarstigini, ið Setrið hevur at bjóða, bachelorar, hjánám, master og ph.d., og so havi eg vónandi ikki gloymt nakran. Eg eri her, tí at eg, síðani seinastu prógvhandan, havi lokið ph.d.-útbúgving á Náttúruvísindadeildini.

Tá ið eg seint eitt mikukvøld fyri 10 árum síðani tók eina heldur spontana avgerð og søkti inn á Orku- og umhvørvisverkfrøði á Setrinum - sum eg so byrjaði upp á mánadagin eftir - visti eg ikki, hvussu stóra ávirkan henda avgerðin og Fróðskaparsetrið fóru at hava á meg, mína útbúgvingarleið og yrkisleið. Eg treivst væl á Náttúruvísindadeildini frá fyrsta degi, og í morgin eru júst sjey ár síðani, at eg seinast sat í Norðurlandahúsinum til prógvhandan hjá Setrinum.

Leiðin gekk síðani beint niður til Aalborg at taka masterútbúgving. Gjøgnum lesturin á Setrinum høvdu vit tætt samstarv við vinnuna og stovnar á økinum, so tá ið eg á masterútbúgvingini fekk møguleika at fara í starvsvenjing, so var rímiliga lætt hjá mær at seta meg í samband við onkran fyri at fáa eitt pláss. Eg endaði á SEV, og har bleiv eg væl móttikin. Tað frættist skjótt oman á Náttúruvísindadeildina, at eg var á SEV eina lestrarhálvu, og áðrenn eg visti av, hevði eg takkað ja til at fara undir eina vinnu-ph.d.-verkætlan um grøna orkuskiftið saman við Setrinum, SEV og Aalborg Universiteti. Í morgin er júst eitt ár, síðani eg vardi ph.d.-ritgerðina, og nú standi eg so her.

Hatta var mín útbúgvingarleið. Nú veit eg ikki, hvussu nógv vit eru her í dag, men tað er sikkurt upp ímóti líka nógvar ymiskar útbúgvingarleiðir, tí at tað er so ymiskt, hvussu lívið háttar seg. Tað er ymiskt, hvat man lesur, nær man fer í gongd, hvussu leingi man lesur og so víðari. Tað er heldur ikki óvanligt at broyta meining, velja eina aðra leið ella fáa sær fleiri ymiskar útbúgvingar. Men nú hava vit so øll lokið eina útbúgving, ið hevur givið okkum amboð og vitan at taka við okkum víðari í lívinum.

Eins og á øllum øðrum universitetum kring heimin er gransking ein sera týðandi partur á okkara universiteti. Man kann siga, at gransking er ein skipað kanning, ið er gundað á núverandi vitan, og burtur úr tí kanningini fáa vit nýggja vitan til vega. Tí hevur gransking eisini ein týðandi leiklut í menningini av tí føroyska samfelagnum og samfeløgum sum heild. Tað gleðiliga er, at Fróðskaparsetrið seinastu árini hevur raðfest ph.d.-útbúgvingina, ið jú er ein granskingarútbúgving, og hetta hava vit sum ph.d. -lesandi havt møguleikan til at notið gott av.

Fyri góðum tveimum árum síðani tók Granskingar- og framtakseindin á Setrinum stig til at stovna eitt ph.d.-netverk, ið styrkti sambandið millum okkum ph.d.-lesandi. Ymisk tiltøk hava verið, og tað stuttliga við hesum er, at hóast Setrið er nokk so lítið, so røkkur vitanin og granskingarevnini øgiliga víða. Til dømis vóru vit eini átta ph.d.- lesandi á einum skriviuppihaldi í tríggjar dagar á Sandi, har vit sótu og skrivaðu vísindaligar greinar. Men aftrat tí høvdu vit ikki nógv til felags, tí at granskingarevnini spentu frá fókalívsfrøði til havfrøði, politiska filosofi, grøna orku, læknafrøði og so víðari. Hetta ger tað sjálvandi trupult at sparra fakliga, men hóast tað fingu vit nógv gott burturúr. Eg skal ikki siga, at tað ikki eru fyrimunir við at vera í granskingarbólkum á størri universitetum, har eini 10-15 fólk granska næstan akkurát sama evni, men hitt hevur avgjørt eisini sínar styrkir.

Gransking umfatar ikki bara ph.d.-verkætlanir, post doc o.l., ið fara fram á einum universiteti. Gransking fer fram ymsa staðni í samfelagnum á ymsum stigi, og tað síggja vit, tí uttan gransking er ongin menning. Øll, ið sita her, hava skrivað eina serritgerð og hava harvið granskað í ymiskum vavið. Hesar serritgerðirnar veita okkum nýggja vitan. Hendan vitanin gagnar okkum tó ikki, um hon í dag, tá ið vit fara heim, verður løgd í eina skuffu og ongantíð sær dagsins ljós aftur. Tí at tað eru tey fægstu, ið fara at leita fram allar verkætlanirnar, ið eru skrivaðar á Setrinum. Miðling av gransking er alneyðug, og tað er okkara ábyrgd at kunna fólk um tað, ið vit eru komin fram til. Tað hevur eisini týdning, at vit taka hesa vitanina við okkum víðari, óansæð hvagar leiðin gongur.

Tá ið vit umboða so ymiskar fakbólkar og útbúgvingarstig, so er øgiliga ymiskt, hvat er næst á skrá hjá okkum. Ein stórur partur fer beint út á arbeiðsmarknaðin, nøkur fara nokk at lesa víðari á Setrinum ella aðrastaðni, og onkur fer kanska undir eina granskingarverkætlan, og tað kann eg gott viðmæla, men tað er hart og krevur nógv av einum. Um onkur kundi hugsa sær at farið granskingarvegin, so haldi eg avgjørt, at tit skulu umhugsa at hava Setrið við á ein ella annan hátt.

Møguleikarnir eru nógvir, og hóast tað kann verða ræðandi, so haldi eg, at tað gott kann loysa seg at leypa út í tað og hugsa eitt sindur sum Pippi – “Hatta havi eg ongantíð roynt fyrr, so tað dugi eg heilt sikkurt”. Eg hevði bestemt ongar ætlanir um at granska, og tá ið ein undirvísari á Setrinum luftaði tankan fyrstu ferð afturi í 2014, hugsaði eg bara “ja góði, droym tú bara víðari”. Og tá ið eg fekk eitt reelt tilboð í 2017, var eg slettis ikki sannførd um, at hetta var nakað fyri meg. Men endin var, at eg tók av, og tað eri eg glað fyri í dag, tí at hetta hevur givið mær so nógv. Eg vóni, at tað eru fleiri við mær, ið eru glað fyri møguleikarnar, sum vit hava við Setrinum og fyri tíðina hjá tykkum á Setrinum, tí at vit eru so fá, og tað er ongin sjálvfylgja, at vit hava eitt universitet við so nógvum møguleikum.

Vit umboða sum sagt allar deildirnar og øll útbúgvingarstig, og tí eru vit rættiliga ymisk, men eitt hava vit øll til felags; vit, ið sita her, hava øll lokið útbúgving frá Fróðskaparsetri Føroya seinasta árið.

Hjartaliga tillukku øll somul og takk fyri at tit lýddu á.

Lesið eisini røðuna hjá Martin Tvede Zachariasen, rektara, her.

Tilsamans 209 fingu prógv frá Setrinum seinasta árið - lesið meira um tað her.