University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Granskingar- og námsfrøðiligt samstarv í útnorðri
15.03.2013
Námsvísindadeildin

Granskingar- og námsfrøðiligt samstarv í útnorðri

Nakrir granskarar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum hava stovnað ein bólk, ið arbeiðir við evninum “Barndómurin í broyting –sjónarhorn á barnið í familjuni og í námsfrøðiligum stovnum”.


Granskarabólkurin hevur til endamáls at savna vitan og gera kanningar í Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Harafturat er endamálið hjá granskararabólkinum at knýta eitt sterkt samband millum gransking, vitan og tað gerandisliga arbeiði á námsfrøðiligum stovnum.

Fyrsta átakið hjá granskarabólkinum er ein ráðstevna, ið verður hildin 10.-12. maj 2013 á Ilisimatusarfik (fróðskaparsetrið í Nuuk). Ráðstevnan er bæði fyri grønlendskar granskarar og  grønlendsk starvsfólk á ymsum námsfrøðiligum stovnum, t.d. dagstovnum, skúlum, sernámsfrøðiligum ráðgevingarstovnum, og barnaverndartænastum. Meira kann lesast um ráðstevnuna á www.sunniivik.gl.

Tveir av stigtakarunum til granskararbólkin eru Karen Marie Nathansen, Ph.D. stipendiatur, úr Grønlandi og Jóhannes Miðskarð, Ph.D., úr Føroyum. Í løtuni er Jóhannes Miðskarð í tíðaravmarkaðum starvi á Námsvísindadeildini á Setrinum. Harafturat eru fleiri námsfrøðingar, lærarar, sálarfrøðingar, sosialráðgevar og námsfrøðiligir ráðgevar knýttar at granskarabólkinum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast