07.01.2019
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Depilin fyri heilsugransking
Skriva út

Granskingar-seinnapartur

Fróðskaparsetur Føroya (FF), Landssjúkrahúsið (LS) og Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu (DfAA) undirskrivaðu í 2014 samstarvsavtalu. Avtalan hevur millum annað til endamáls at menna heilsuvísindaliga gransking og útbúgving í Føroyum.

Tá Sjúkrakassaskipanin varð avtikin, var avlopspeningur settur í grunn, nevndur Sjúkrakassagrunnurin, ið hevur til endamáls at menna heilsuøkið í Føroyum.

Sum partur av samstarvinum millum omanfyri nevndu stovnar varð Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking settur á stovn í 2016 m.a. grundað á avtalu við Sjúkrakassagrunnin um fíggjarligan stuðul upp á 7 mió. kr. til gransking og hægri útbúgving á heilsuøkinum.

Verulig ferð er nú komin á heilsugranskingina í Føroyum og í 2018 komu ímillum 70-80 vísindaligar greinar út í altjóða tíðarritum frá teimum trimum stovnunum, sum mynda Depilin fyri Heilsu- og Almannagransking.

Magni Mohr er leiðari í Deplinum og í stýrinum sita Kasper Kyhl (LS), Maria Skaalum Petersen (FF/DfAA), Pál Weihe (DfAA) og Sigurð í Jákupsstovu (FF).

Hósdagin 10. januar kl. 15.00 skipar Depilin fyri granskingarseinnaparti í Sjóvinnuhúsinum, har føroysk heilsugransking verður løgd fram í stuttum framløgum.

Sí skránna HER

Samband: Magni Mohr, 292270, magnim@setur.fo